HB er framvegis einsamalt oddalið í betrideildini aftaná 1-0 sigurin ímóti EB/Streymi á heimavølli í dag. HB er á odda við 28 stigum, trý stig frammanfyri B36 og fimm stig frammanfyri KÍ.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá Rás2:
1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á Rás2 tá Jógvan Skeel Nolsøe skoraði sigursmálið fyri HB í 48. minutti.
2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við hjálparvenjaran hjá HB, Rasmus Nolsøe.
Rasmus Nolsøe slær fast, at teir í HB eru eyðmjúkir um støðuna hóast teir nú hava vunnið 11 dystir á rað í landskappingini og í steypakappingini.
Hart arbeiðið, har menn arbeiða fyri hvønn annan og renna fyri hvønn annan liggur til grund fyri góðu gongdini hjá HB, og slær Rasmus Nolsøe fast, at tað er týdningarmikið at hildið verður fast við tann leistin. Týdningarmikið er ikki at taka nakað fyri givið, sigur Rasmus Nolsøe.
Samrøðan Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjaran hjá HB, Heðin Askham hoyrist HER