Tá Brasil sunnudagin tapti 1-2 fyri Bolivia í 3.600 metra hædd í La Paz, var tað endin á einari góðari, brasilskari røð við 19 dystum uttan tap. Hóast dysturin hvørki hevði beinleiðis týdning fyri annað ella hitt av liðunum, segði brasilski venjarin, Dunga, at hann royndi sítt besta og brúkti spælarar, sum hann helt klára hæddina best.