Sigursrøðin hjá hoyvíkingum helt fram, tá gentur 16 hjá H71 vunnu á Neistanum í mest spennandi finaludystinum í Faxe Kondi kappingini higartil í dag. Úrslitið var 16-15. Hetta er samstundis tann fimti steypafinalusigurin hjá H71 í dag.
Tað gekk sera javnt á í fyrra hálvleiki. Liðini skiftust um at vera á odda, og tá bríkslað varð fyri hálvleiki, stóð á jøvnum 10-10.
Í seinna hálvleiki hevði H71 munin, og kom á odda við tveimum málum. Men Neistin svaraði aftur, og tá tríggir minuttir vóru eftir av dystinum, stóð á jøvnum 15-15. H71 legði seg enn eina ferð á odda og megnaði at halda fast, so endaliga støðan gjørdist ein tepur 16-15 sigur.
Málverjin hjá Neistanum, Rúna J. Larsen, varð kosin dagsins leikari.
Málskjúttar hjá H71:
Elisabeth Holm Simonsen 3, Lív Zachariassen 3, Jana Mittún 3, Anna L. Schiller 2, Vár Zachariassen 1, Sunniva Bogadóttir 1, Elsa Egholm 1, Guðrun J. Dalsgarð 1, Karina Rubeksen 1.
Málskjúttar hjá Neistanum:
Hjørdis Viðstein 6, Emma Hansdóttir 3, Eydna Hansen 3, Bára M. Isaksen 2, Petra Larsen 1.
Steypafinalur í Faxe Kondi steypakappingini í hondbólti 2018:
Gentur 16 ár:
Úrslit: 16-15 til H71 móti Neistanum
Dagsins leikari: Rúna Larsen úr Neistanum
Dreingir 14 ár:
Úrslit: 26-14 til H71 móti Kyndli/ÍA
Dagsins leikari: Brian Slyne úr H71
Gentur 14 ár:
Úrslit: 19-8 til H71 móti Neistanum
Dagsins leikari: Elsa Egholm úr H71
Dreingir 12 ár:
Úrslit: 17-12 til H71 móti VÍF
Dagsins leikari: Óli Mittún úr H71
Gentur 12 ár:
Úrslit: 18-14 til H71 móti STÍF
Dagsins leikari: Jóhanna Sørensen úr H71
Dreingir 10 ár:
Úrslit: 11-9 til Neistan móti VÍF
Dagsins leikari: Lýðar í Dímun úr Neistanum
Gentur 10 ár:
Úrslit: 13-12 til VÍF móti Kyndli
Dagsins leikari: Rakul Borgarlíð Joensen úr VÍF