- Sigursrøðin kann halda fram

Tað sigur Malena Josephsen, sum í gjár saman við KÍ liðnum gjørdist FM vinnari í bestu deildini hjá kvinnum fyri 13. upp í slag.

 

Meistaraheitið varð vunnið við einum 1-1 javnleiki í gundadali móti HB. KÍ var so gott sum meistari eftir seinasta leikdag, men nú tað so endaliga staðfest, at KÍ eisini er FM vinnari 2012.

 

Elsa Maria Simonsen legði KÍ á odda tá dysturin var ein góðan tíma gamal. Tað eydnaðist HB at javna í evstu løtu við brotssparki, sum Sára Samuelsen skoraði uppá. Í HB kunnu tey fegnast um, at HB er fyrsta liðið í ár, sum megar at fáa stig frá KÍ, sum annars hevur vunnið allar sínar dystir.

 

Í morgunsendingini hjá Rás2 tosaði Rannvá Gaard Fossaberg við Malenu Josephsen, liðskipari hjá KÍ. Hoyr samrøðuna her.