Silberbauer koyrdi ávirkaður

Hóast einki er váttað, bendir alt á, at 22 ára gamli stjørnuleikarin úr FC Keypmannahavn, Michael Silberbauer, varð tikin fyri rúsdrekkakoyring í Tórshavn undir uppihaldinum hjá danska meistaraliðnum í Føroyum í farnu viku. Løgreglan váttar, at ein dani varð tikin og skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring mikukvøldið klokkan 04.25, og FCK váttar, at Silberbauer varð steðgaður av løgregluni. Men ítróttarstjórin í FCK, Niels Christian Holmstrøm, sigur mótvegis løgregluni, at Silberbauer stóð blóðroyndina

Sekur ella ikki. Hetta er framvegis spurningurin um Michael Silberbauer og hansara ferð í Føroyum í seinastu viku saman við felagi sínum FC Keypmannahavn. Enn hevur eingin váttað nakað, men alt bendir á, at 22 ára gamli danski stjørnuleikarin, Michael Silberbauer, í farnu viku varð tikin og skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring undir uppihaldinum hjá FC Keypmannahavn í Føroyum. Um hetta er sannleikin, verður talan allarhelst um avleiðingar fyri unga og evnaríka leikaran.

Stóð blóðroyndina
Mánamorgunin var Sosialurin í sambandi við bæði føroysku løgregluna og FCK-bossarnar Niels Christian Holmstrøm og Flemming Østergaard, og verða báðar útgávurnar lagdar saman, bendir alt á, at FCK-talentið í framtíðini skal standa skúlarætt.
FCK-eigarin Flemming Østergaard gjørdist ikki sørt sintur, tá fyrispurningur varð settur honum um atburðin hjá Silberbauer í Føroyum, og hann lovaði, at hann beinanvegin skuldi kanna tíðindini, sum hann frammanundan einki hevði hoyrt um, og sum enn ikki hava verið í tí annars agressivu donsku pressuni.
- Hvis det passer, skal jeg love dig for, at du hører fra mig igen, sigur ein bersøgin og spontanur Østergaard, júst sum vit kenna hann. Løtu seinni ringir ítróttarstjórin í mæta danska felagnum, Niels Christian Holmstrøm, og hann hevur júst tosað við høvuðspersónin sjálvan, Michael Silberbauer.
- Silberbauer hevur júst sagt mær, at hann varð steðgaður mikunáttina eftir seinna dystin móti HB, men hann tvíheldur um, at hann stóð blóðroyndina og varð ikki handtikin av løgregluni. Sostatt vísa vit fyribils tíðindunum aftur, sigur Niels Christian Holmstrøm við Sosialin.
Sostatt sigur leiðslan í FC Keypmannahavn, at Silberbauer ikki koyrdi rúsdrekkaávirkaður, hóast hann varð steðgaður, men vert er at leggja til merkis, at hetta svarið bert er bygt á útsøgnirnar hjá Silberbauer sjálvum.

Dani á støðini
Eftir hetta varð á øðrum sinni ringt á løgreglustøðina í Havn, og hóast vakthavandi ikki upplýsir persónsupplýsingar við støði í lógini, bendir alt á, at talan var um Michael Silberbauer.
Mikukvøldið eftir seinna FCK-dystin á føroyaferðini var FCK-hópurin nevniliga á diskotekinum í miðbýnum í Havn, Eclipse, og løgreglan váttar, at mikukvøldið klokkan 04.25 varð ein dani tikin fyri rúsdrekkakoyring. Blóðroynd varð tikin av manninum, sum hevði ov høga promillu og er sostatt ákærdur fyri rúsdrekkakoyring. Viðkomandi varð leyslatin aftur av støðini klokkan 05.00, og í hesum tíðarskeiði hevði blóðroyndin sambært løgregluni avdúkað, at lógin varð brotin.
Løgreglan upplýsir ikki navn og aldur á viðkomandi dana, men biður okkum venda okkum til FC Keypmannahavn at fáa tíðindini um Silberbauer váttað. Sostatt kann talan í prinsippinum vera um onkran annan enn 22 ára gamla evnaríka Silberbauer, men við støði í frágreiðingini hjá FCK-leiðsluni kunnu tvey og tvey leggjast saman: Silberbauer varð steðgaður av løgregluni í Tórshavn mikukvøldið, og ein dani varð sama kvøld skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring. Talan var eisini um sama kvøld, FCK-leikararnir stuttleikaðu sær í býnum í Havnini.
Um hetta er so, fær tilburðurin allarhelst avleiðingar fyri Silberbauer, sum fyrr um kvøldið skeyt tvey mál móti føroyameistarunum úr HB á Tórsvølli. Kanska varð Silberbauer í so glaður fyri málini...