Sildreki gjørdi landgongd í Danmark

Ein trukkur og ein traktorur vóru í dag niðri á sandinum á Skallingen nærhendis Esbjerg eftir einum sildreka, sum gjørdi landgongd har í gjár. Fjølmiðlarnir siga, at hvalurin var framvegis á lívi, tá fólk komu fram á hann, og hann bleiv tí skotin við riflu.

Hvalurin, sum er góðar sjey metrar langur og vigar minst tvey tons, verður skorin upp í morgin, og tað eru starvsfólk hjá Fiski- og Sjóvinnusavninum í Esbjerg, sum skulu gera tað.

Tað er ikki óvanligt, at hvalir enda á vesturjútsku strondini, men Ragnhild Skov á Fiski- og Sjóvinnusavninum sigur við TV2, at tað er sjáldsamt, at hvalirnir eru á lívi, tá teir koma upp á turt.