Vestmanna: Í góðveðrinum sunnukvøldið vóru vestmenningar vitni til enn eina vakra sjón. Fyri ikki so langari tíð síðani kom ein ferðafólkabátur til bygdina. Og sunnukvøldið kom so enn ein slíkur stásiligur ferðafólkabátur til bygdina.
18 tímar frammanundan høvdu teir umborð lagt frá landi í Noregi, og kundu tí um 23-tíðina sunnukvøldið stima við fullari ferð inn á Vestmanna, har fólk tóku ímóti hesum nýggjasta bátinum í flota okkara.
Fyrrapartin í gjár komu umboð fyri Skipasýnið umborð fyri at geva Silju Star ta endaligu góðkenningina til flutningin av ferðafólkum. Og ein av fyrstu døgunum verður lagt til brots við ferðum kring alt landið.
- Vit hava longu fingið fleiri bíleggingar. So vit eru bara spentir eftir at leggja til brots, sigur Jákup Andreas Lamhauge í "Sea Service", og sum eigur nýggja bátin.
Kring alt landið
Felagið eigur frammanundan bátarnar Silju og Fríðgerð, men hevur nú fingið sín triðja, og higartil størsta bát í flotan. Silja Star kann nevniliga taka 48 ferðafólk.
Við hesum triðja bátinum hjá felagnum verða enn betri møguleikar hjá fólki at síggja vakra land okkara frá sjósíðuni.
Við hinum báðum bátunum hevur felagið í serligan mun gjørt túrar undir Vestmannabjørgini og onnur vøkur støð. Men við Silju Star verða møguleikar fyri ferðum kring alt landið.
Sum skilst kemur nýggi báturin tí eisini at sigla fyri ein part út frá Havnini.
Kostnaðurin fyri byggingina av Silju Star er um 8 mió. kr.
Fakta
Navn: Silja Star
Stødd: 4,65 m. breið og góðar 16 m til longdar
Ferðafólk: 48
Bygd: Måløy, Noregi
Kostnaður: 8 mió. kr.
Eigari: Sea Service í Vestmanna