Drelnes: - Fyrireikingarnar til “Verkætlan SALT” eru komnar rættiliga langt, sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri.
- Ja, so langt eru arbeiðið komið, at fyrireikingar nú eru gjørdar til at stovna ein serstakan silo-grunn, vísir borgarstjórin á.
Hesin grunnurin skal hava yvirskipaðu ábyrgdina av at umbyggja silo’ina og reka hana, tá hon stendur liðug.
Fyrrverandi íslendski forsetin, Vígdis Finnbogadóttir er verji hjá ætlanini. Og uttan hennara virkna leiklut var henda verkætlanin neyvan komin undir land.
Verkætlanarleiðarin, Ólavur Rasmussen hevur ikki hug at gera stórvegis viðmerkingar um hetta málið.
Tað einasta, hann vil siga er: “Tað sær gott út!”
Verkætlanin SALT miðar eftir at umskapa gomlu saltsilo’ina til ein sannan katedral til bæði sjónleik, tónleik og onnur mentanartiltøk.
FAKTA
Modellið Drelnes í byggilist var í hevd í 1920- og 1930-árunum í Italia og serliga í Frankaríki.
Saltsiloin varð reist í 1937 eftir franskari tekning, og suðuroyingurin, Óli Johansen, sum selur fisk annanhvønn fríggjadag í Gongugøtuni í Havn, sigur seg vita um ein fransmann, sum hevur staðið oman fyri túnið hjá honum á Tanganum og tikið myndir av Drelnesi.
Ja, lat okkum suðuroyingar rópa siloina Drelnes, tí soleiðis eitur hon – ella soleiðis æt hon fyrr.
(Kelda: www.tvoroyri.fo)
Má varðveitast
Tíðin er nú komin til at varðveita henda bygning og geva honum annað innihald. Tað ber til at varðveita skapið og nútímansgera bygningin uttan og innan, hevur Albert Isfeldt, arkitektur sagt í sambandi við hetta málið.
Drelnes: - Her eru óteljandi møguleikar í tí høga rúminum at skapa karmar um alskyns mentanarvirksemi sum til dømis tónleik, sjónleik, listaframsýningar, fundir av ymiskum slag og øðrum við, vísir hann á.
Á heimasíðuni hjá Tvøroyrar kommunu greiðir hann - sum privatpersónur - frá, at líkt er til, at eingin veruliga hevur gjørt átøk til tess at varðveita hetta stórverk, sum beint nú stendur og forfellur.
Men, vísir hann á, røddir hava verið frammi í bløðunum og millum fólk í Suðuroynni at fremja tiltøk til tess at varðveita bygningin.
- Helst hevur tað undrað mong byggi- og søgufólk, sum eru komin ferðandi hendavegin, at onki er gjørt fyri at fjálga um henda bygning.
- Mær kom til hugs Kirkjubømúrurin. Her hevur kjakið gingið, um múrurin er ein ruin (fornfrøðingarnir), ella um múrurin er eitt bygningsverk (arkitektarnir). Vóni ikki, at tílíkt kjak verður um Saltsiloina á Drelnesi, ella uppaftur verri, at siloin verður niðurtikin sum eitt »skrímsl«, sum onkur hevur málborið seg, sigur Albert Isfeldt í greinini.
Spara milliónir
Fíggjarliga er hetta eitt skilagott tiltak. Útgrevstur og høvuðskonstruksjón eru tøk.
- Hetta kann merkja eina sparing í byggiútreiðslum uppá einar fimm til tíggju milliónir krónur, leysliga mett.
Nýggja ferjulegan og ein nýggjur Smyril, sum leggur at beint við, fara at draga tiltøk til sín úr øðrum pørtum av landinum.
Við tunnlinum millum Øravík og Hov er øll Suðuroyggin samanbundin á ein hátt. So tað ber til at siga, at Siloin á Drelnesi kann blíva ein mentanarkatedralur fyri alla oynna, bara allar góðar kreftir savnast í einum felags átaki hesum at frama.
Nevnast kann, at nýggja mentanarhúsið í Fuglafirði hevur havt avgerandi týdning fyri mentanartiltøk í bygdini og fyri alla Eysturoynna og er blivin eitt hugtak um alt landið eins og Norðurlandahúsið.
- Vónandi verður hetta uppskot til veruleika einaferð, so hesin bygningur sum ein fuglurin Føniks aftur verður at daga upp í luftina í fullum skrúði sum karmur um mentanartiltøk í Suðuroynni, sigur Albert Isfeldt m.a. í greinini.