Silva fongur sum høvuðsvenjari

- Hetta er fyrsta árið, at vit hava kvinnulið, og tað er sjálvsagt ein fongur at fáa góðan og royndan venjara, siga tey í 07 Vestur í kvøld.

 

Silva vendir nú heimaftur til 07 Vestur og kemur at standa á odda fyri kvinnunum og U18-liðinum. Hetta er fyrsta árið, at 07 Vestur hevur kvinnulið, og tað er sjálvsagt ein fongur at fáa góðan og royndan venjara til hetta týdningarmikla arbeiðið.

 

07 Vestur hevur meldað til í 2. deild hjá kvinnum og í U18 deildini hjá gentum til komandi kappingarár. Undirtøkan millum gentur úr yngstu deildunum og upp í U15 er sera stór, og nú er tíðin so búgvin til, at 10-ára gamla felagið fer allan vegin á kvinnusíðuni.

 

07 Vestur veit í kvøld at siga, at Alexandre da Silva Braga - ella bara Silva - hevur verið partur av 07 Vestur síðan stovnanina, og hann var eisini við í fyrsta dystinum í søgu felagsins, tá liðið knógvaðu Víkingi í steypakappingini í 2008.

 

- Síðan hevur "ný-miðvingurin" spælt nakað, men í 07 Vestur er tað fyrst og fremst í venjaraleiklutinum, at vit kenna hann. Silva var eisini venjari hjá kvinnunum hjá FS Vágum árini 2002-2004, umframt ungdóms- og barnavenjari hjá SÍF.

 

Umframt høvuðsvenjaran, verður eitt toymið smíðað saman, sum saman við Silva skal taka sær av kvinnum og U18: Hjálparvenjari, málmansvenjari og tveir liðleiðarar koma aftrat.

 

- Meira um hetta verður at frætta skjótast, siga tey í 07 Vestur í kvøld.