Silvaland tekur skap

Í løtuni stríðast fólk í Klaksvík óført við seinastu fyrireikingunum til Summarfestivalin, ið fer av bakkastokki í morgin. Stóri pallurin og stóra tjaldið eru longu komin upp og nú byrjar eisini Silvaland at taka skap.

 Hoppiborgir, ein føroyskur bátur og ein sera spennandi klintriborg eru komin upp. Men handverkarar stríðast enn í stóra bønum, ið verður karmur um stuttliga spæliplássi, ið festivalurin letur byggja til yngru áskoðararnar.