Millum miðlarnar, sum skriva um Silver Dania í morgun, er norska kringvarpið, NRK, og tað er eisini NRK, sum eigur myndina av skipinum, sum nú liggur í Tromsø - eftir boðum úr Lettlandi

Silver Dania verður kannað fyri herverk

Skipið er undir illgruna fyri at hava framt herverk á sjókaðlar í Eystursjónum, og tað er Lettland, sum krevur, at skipið verður kannað

Millum miðlarnar, sum skriva um Silver Dania í morgun, er norska kringvarpið, NRK, og tað er eisini NRK, sum eigur myndina av skipinum, sum nú liggur í Tromsø - eftir boðum úr Lettlandi

Í gjárkvøldið gav norska løgreglan boð um, at skipið Silver Dania skal leggja til bryggju í Tromsø í Noregi, og boðini komu eftir, at Lettland hevur heitt á Noreg um at krevja skipið til bryggju.

 

Skipið er undir illgruna fyri at hava framt herverk á sjókaðlar í Eystursjónum. 

 

Silver Dania er skrásett í Noregi, men øll manningin, sum telur 11, er russisk. Skipið siglir millum St. Pætursborg og Murmansk, vita norskir miðlar at siga í morgun, og í Noregi hevur eisini verið tíðindafundur um málið í morgun.

 

Millum miðlarnar, sum skriva um Silver Dania, er norska kringvarpið, NRK, og tað er eisini NRK, sum eigur myndina av skipinum, sum nú liggur í Tromsø.

 

Orsøkin til, at myndugleikarnir í Lettlandi vilja hava skipið í havn, er, at illgruni er um, at Silver Dania hevur framt herverk á fipurkaðalin í Eystursjónum, sum gongur millum Lettland og Svøríki.

 

##med2##

 

Á tíðindafundi fyrrapartin sigur varapolitimeistarin, Einar Sparboe Lysnes, at lettiska ákæruvaldið hevur illgruna um skipið, og at tað er dómstólurin í Lettlandi, sum vil hava skipið í havn.

 

Hann leggur aftrat, at bæði manning og reiðaríið hava sagt seg vilja samstarva við løgregluna um kanningar, og eingin setti seg upp ímóti, at skipið skuldi inn til Tromsø.

 

Tað var í gjárkvøldið, at norska vaktarskipið KV Bison í einum átaki, sum norska løgreglan stóð fyri, fekk skipið inn til Tromsø.

 

Lettisku myndugleikarnir vilja, at skipið verður kannað, og í løtuni eru kanningarfólk umborð í Silver Dania, har bæði tekniskar og digitalar kanningar verða gjørdar, eins og manningin verður avhoyrd.

 

Silver Dania er eitt av fleiri skipum, sum nú eru undir illgruna fyri at hava framt herverk á sjókaðal í Eystursjónum. Fleiri slíkar hendingar hava verið um hesar leiðir seinastu mánaðirnar.

 

 

 

 

 

Millum miðlarnar, sum skriva um Silver Dania í morgun, er norska kringvarpið, NRK, og tað er eisini NRK, sum eigur myndina av skipinum, sum nú liggur í Tromsø - eftir boðum úr Lettlandi