Silvio Berlusconi álopin

Italski forsætisráðharrin, Silvio Berlusconi, bleiv álopin í Milano í kvøld. Tey fyrstu tíðindini søgdu, at ein maður hevði givið forsætisráðharranum nevan, men seinni frættist, at maðurin hevði sligið forsætisráðharran við einum ella øðrum. Álopsmaðurin varð tikin alt fyri eitt, og Berlusconi varð fluttur á sjúkrahús.

Hendingin var, beint eftir at Berlusconi hevði hildið røðu fyri umleið 1.000 áhoyrarum. Nakrir av áhoyrarunum róptu ókvæmisorð eftir forsætisráðharranum, og tað eydnaðist einum manni at sleppa so nær, at hann fekk sligið Berlusconi.

Myndir av tí bløðandi Silvio Berlusconi eru farnar um allan heimin í kvøld.