Heri Simonsen
----
Mangan hevur tað verið ein undanførsla hjá ítróttarfólki frá teimum norðaru londunum, at tað er ringt at standa seg í nógvum hita. Men hetta gjørdu Bobby Oag úr Orknoyggjum, Guðmundur Joensen úr Føroyum og Peter Fenwick til skammar, tá teir á Clearwater Beach vunnu ávikavist gull, silvur og bronsu í triathlon. Hjá kvinnunum var tað Kerry McPhee úr Hebridunum, sum vann gull, Lynsey Henderson úr Hetlandi vann silvur, og Laurie Orchard úr Bermuda vann bronsu. Sostatt vunnu teir “køldu” oyggjabólkarnir í norðurhøvum fimm av teimum seks heiðursmerkjunum fyri einstaklingar, og tað er merkisvert. Men, sum ein áskoðara segði so klókt, tá kappingin var liðug: - Eingin ferðast so langt, bara fyri at tapa.
Sá gott út tíðliga.
Tað sá tíðliga gott út hjá Gudmundi Joensen. Longu aftaná svimjingina í sjónum var hann nummar trý, og tað gekk væl at skifta yvir til súkklingina. Tó var tíðliga greitt, at Bobby Oag, sum hevur staðið seg væl í kappingum í Norður-Skotlandi fór at gera ein ordans vørr. Bobby Oag helt eina góða frástøðu gjøgnum alla kappingina, men sigast má, at hann legði nógv fyri. Tá hann kom á mál var hann fullkomuliga fyrilagstur. Sjáldan hevur ein sæð so fegnar áskoðarar, sum áskoðararnar hjá Orknoyggjum, tá Bobby Oag. Onkur teirra segði, at talan varð um ta størstu ítróttarhendingina á Orknoyggjum nakrantíð.
Heiðursmerki var tíðliga víst
Evald Rasmussen, venjari hjá Gudmundi Joensen og David Arge Klevang Pedersen gjørdi tíðliga greitt, at vit skuldu ikki droyma um gull, tí Bobby Oag var strokin undan hinum. Guðmundur og Peter Fenwick stríddust hinvegin rættiliga leingi hart um silvurheiðursmerki. Tó var rættiliga tíðliga víst, tá mennirnir høvdu skift súkkluteinin út við renniteinin, at Chris Walker úr Gibraltar, sum er vanur við nógvan hita fór ikki at standa monnunum úr norðurhøvum kurl, og tí vistu vit tíðliga í renningini, at Guðmundur fór at fáa eitt heiðursmerki. Seinastu løtuna megnaði Gudmundur at stríða seg framum Peter Fenwick, og endaði á øðrum plássi við tíðini 2 tímar, 1 minuttur og 17 sekund, 14 sekund framman fyri Peter Fenwick, men kortini 1 minutt og 13 sekund aftanfyri Bobby Oag, sum legði nógv fyri at vinna kappingina.
Stór framgongd
Evald Rasmussen helt fyri, aftaná lokna kapping, at ein kundi bara fegnast um ta stóru framgongdina hjá Gudmundi Joensen. Gudmundur hevur flutt seg frá einum 16. plássi á leikunum á Isle of Wight í 2011 til eitt annað pláss í 2013. Evald Rasmussen var eisini nøgdur við avrikið hjá Davidi Arge Klevang Pedersen, sum fekk eitt heiðurligt 25. pláss. 45 íðkarar vóru við til kappingina, og fimm teirra megnaðu ikki at fullføra teinin í tí nógva hitanum. Gudmundur sjálvur var fegin um ta stóru framgongdina, og hann útihýsir ikki, at silvurheiðursmerki gevur honum brell at fara eftir gullheiðursmerkinum á oyggjaleikunum, sum verða á Jersey í 2015. Gudmundur undirstrikar, at uttan eitt gott bakland, konu, børn og familju annars, sum hava verið noydd at rætta seg eftir honum ið mati o.ø., so hevði tað ikki verið møguligt at rokkið einum so góðum úrsliti. Gudmundur undirstrikar eisini, at Evald Rasmussen hevur havt stóran týdning fyri, at hann nú hevur rokkið einum so flottum úrsliti. Gudmundur heldur ikki, at tað ikki er so óvæntað, at menn frá oyggjunum við teimum kaldaru veðurløgunum stóðu seg so væl í kappingini. Menn frá økjum við køldum veðurlagi eru eyka fyrireikaðir uppá at drekka nógv vatn, og laga seg til umstøðurnar, undirstrikar føroyski silvurvinnarin.