Silvurið at stríðast fyri

Runavíkingar vilja spæla í Europa, og í B36 verður hugsað um silvurið, nú gullið tykist vera farið

upptakt

Tað eydnaðist loksins runavíkingum at fáa fult, tá teir vunnu stórsigur á Toftum, og nú meta tey í Runavík, at vespurnar aftur kunnu fara nakað á flog.
                      Tað er eisini í tøkum tíma, tí fæst einki til høldar móti B36, mugu runavíkingar eftir øllum at døma veittra farvæl til europeiska selskapið, har teir helst vilja vera.
                      Og alt bendir á, at runavíkingar kunnu stilla við sterkastu manning. Einastu ivamálini hava verið teir báðir miðvallararnir, Alexandar Jovevic og Ian Højgaard, sum báðir hava havt smærri snuddir at dragast við, men tá vit frættu seinast, bendi alt á, at teir skuldu verða tøkir til dystin.
 
Hjá B36 er einasta broytingin í mun til seinast, at Magnus Poulsen ikki fær vart málið. Kærumálið til FSF var nyttuleyst, og tí verður tað helst Tróndur Vatnhamar, sum aftur fær møguleikan í B36-málinum. Arnbjørn Danielsen hevur drigist við skaða seinastu tíðina, og tað verður ikki roknað við, at hann verður tøkur til dystin.
                      Og heldur ikki í B36 ivast tey í, at farið verður eftir øllum sunnudagin. Framvegis hava tey í árstalsfelagnum silvurmerkini at stríðast fyri, og skulu tey endurvinnast, er einki at ivast í, at stig skulu á borðið.