Silvurligan: Luksemborg er stórur favorittur móti Føroyum

Her eru oddsini upp á dystin Føroyar-Luksemborg

Mynd: FBF

Føroyska manslandsliðið í flogbólti hevur staðið seg væl í hesari Silvurligu-kappingini. 

 

Í fýra dystum hava okkara menn vunnið fimm sett og hava tryggjað sær tvey stig. 

 

Seinnapartin klokkan 16 spæla Føroyar næstseinasta dystin í hesari Silvurligu-kappingini í Tblisi í Georgia. Dysturin verður móti Luksemborg, ið higartil hevur 12 stig aftaná fimm dystir. 

 

Luksemborg vann í gjárakvøldið greiðan 3-0 sigur á georgisku vertunum. Settmunurin var 25-17, 25-14 og 25-9.

 

Í morgin klokkan 16 spæla okkara móti Georgia, og tá eru føroysku sigursvónirnar bjartar. 

 

Tríggjar altjóða veddingarfyritøkur lata odds upp á dystin millum Føroyar og Luksemborg, og tær hava allar Luksemborg sum risastóran favoritt.

 

Miðaloddsini upp á føroyskan sigur eru 8,40.

 

Miðaloddsini upp á luksemborgskan sigur eru 1,03.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

Mynd: FBF