Silvurspurningurin er ósvaraður

Tað er stórur fótbóltsfagnaður í Runavík í kvøld. Fyri fyrstu ferð í 50 ára longu NSÍ søguni hevur felagið vunnið FM í fótbólti. NSÍ spældi fyrstu ferð í fremstu deildini í 1976. Nógvu tey fyrstu árini gekk tað upp og niður. Seinastu tíggju árini hevur kósin verið ímóti toppinum. Í 2002 vann NSÍ fyri fyrstu ferð silvur, og í dag varð endaliga staðfest, at NSÍ er FM vinnari 2007.

Tá ið Ransin Djurhuus bríkslaði fyri síðstu ferð oysregnaði tað. Fagnaðurin úti á vøllinum var øgiligur í eina løtu. Síðani fóru øll tey gulu og svørtu undir tak, og tað verður framvegis fegnast um FM sigurin.

FM steypið og gullkrónurnar fer NSÍ at fáa handað leygardagin, tá ið teir hava spælt síðsta dystin í Klaksvík.

Enn er ikki greitt, hvør fer at vinna silvur. B36 er framvegis best fyri í tí kappingini. Men eftir at EB/Streymur í dag á heimavølli vann 4-2 á B36 er møguleiki fyri, at silvurkrónurnar enda í Sundalagnum. Tað gera tær, um EB/Streymur leygardagin vinnur á Sandi, og um B36 ikki vinnur grannauppgerðina ímóti HB.

Eftir at FM heitið hevur verið í Gundadali síðani 2003 er greitt, at stóru feløgini í Gundadali í ár ikki vinna meiri enn eitt sett av heiðursmerkjum. B36 verður nummar tvey ella trý. Tað er greitt, at HB verður nummar fýra.

AB er flutt niður, so talan hevur ikki verið um nakað serligt fótbóltsár í høvuðstaðnum. Í dag tapti AB 1-0 á heimavølli ímóti B71, og HB megnaði ikki meiri enn 1-1 í Gundadali ímóti KÍ, sum eina løtu í 2. hálvleiki var á odda.

Størsta sigurin í dag vanvann GÍ. 5-0 á heimavølli ímóti Skála ger, at gøtumenn eru best fyri í kappingini um 5. plássið. Enn er tó møguleiki fyri, at bæði KÍ og B71 kunnu vinna 5. pláss, meðan Skála eftir stórtapið í dag ikki hevur møguleika at enda hægri enn nummar seks.

 

Úrslit í 26. umfari

NSÍ-VB/Sumba 3-1 (2-1)

1-0: Jónhard Frederiksberg

2-0: sjálvmál

2-1: Marco Moravic

3-1: Christian Høgni Jacobsen

 

HB-KÍ 1-1 (0-0)

0-1: Símun Joensen

1-1: Andrew av Fløtum

 

EB/Streymur-B36 4-2 (2-2)

1-0: Hanus Eliasen 7.

2-0: Hanus Eliasen 17.

2-1: Jóhan V. Gunnarsson 24.

2-2: Sylla 41.

3-2: Arnbjørn Hansen 75.

4-2: Károly Potenkim 90.

 

AB-B71 0-1 (0-0)

0-1: Símun Hansen

 

GÍ-Skála 5-0 (2-0)

1-0: Hans Jørgen Djurhuus

2-0: Christian Lundberg

3-0: Sam Jacobsen

4-0: Christian Lundberg

5-0: Hendrik Rubeksen

 

Støðan eftir 26 umfør:

NSÍ (FM) 60 stig

B36 52 stig

EB/Streymur 51 stig

HB 46 stig

GÍ 35 stig

KÍ 32 stig

B71 32 stig

Skála 31 stig

AB 17 stig

VB/Sumba 11 stig

 

27. umfar leygardagin 27. oktober

B36-HB

KÍ-NSÍ

Skála-AB

B71-EB/Streymur

VB/Sumba-GÍ