Mansflogbóltur
Tað er einki at ivast í, at klaksvíkingar munnu iðra seg um úrtøkuna í seinatu báðum dystunum. Fyrst taptu teir seinasta dystin í grundspælinum, soleiðis at SÍ slapp at troka seg upp í silvurstríðið, og fyrsta dystin í endaspælinum vóru teir greitt við undirlutan, tá teir vitjaðu hjá Fram.
Við sannførandi 3-1 sigrinum legði Fram seg í fyrstu atløgu á næst ovasta sessin á stigatalvuni, og tað er ikki óhugsandi, at teir eisini vera at finna her, tá stigini verða løgd saman endaligt. Í øllum førum hava havnarmennirnir sýnt sera góð avrik í seinastuni, har teir millum annað tvingaðu fuglfirðingarnar út í ein fimm-settara, og tað er í øllum førum meira, enn nakað annað lið hevur megnað.
Hitt havnarliðið, Fleyr, hevur tða hinvegin ikki nakað serligt í løtuni. Teir vóru hesa ferð á vitjan í Sørvági, og eins og undanfarnu átta ferðirnar gjørdist talan um eitt 0-3 tap hjá teimum. Sørvingarnir vóru annars eina løtu í vanda fyri at detta púrasta burtur ímillum í kappingini um silvurið, men við seinastu sigrunum hava teir nú strítt seg upp á liðina av klaksvíkingum, og eru sostatt bert eittans stig aftanfyri Fram.
Gullstríð verður talan neyvan um í ár, soleiðis sum ÍF hevur skikkað sær, men um silvurið er spenningurin framvegis so stórur, sum hann á nakran hátt kann verða.