Eftir ætlan skuldi Emmerson Mnangagwa í morgin endaliga taka við starvinum sum forseti í Simbabvi, ið hann hevur røkt síðan hernaðarkvetti móti Robert Mugabe, aftaná hann forsetavalið móti andstøðuleiðaranum Nelson Chamisa.
Men hátíðarhaldið er nú útsett, eftir at andstøðan hevur ákært komandi forsetan fyri umfatandi valsvik. Tað skrivar bretska tíðindastovan BBC.
Nelson Chamisa vil vera við, at forsetavalið 30. juli var merkt av umfatandi stuldri og sviki, men almenna valnevndin hevur afturvíst allar ákærurnar.
Grundlógin í Simbabvi gevur forsetavalevnum møguleikan at royna úrslitið í grundlógarrættinum innan sjey dagar eftir valið og hevur andstøðan brúkt hendan møguleikan. Tískil verður setanin nú útsett, meðan grundlógarrætturin viðgerð kæruna. Grundlógin staðfestir, at tað skal gerast innan fjúrtan dagar.
Emmerson Mnangagwa fekk 50,8 prosent at atkvøðunum til forsetavalið, meðan Nelson Chamisa fekk 44,3 prosent.