Tey flestu halda helst, at Lady Gaga er ein ógvuliga provokerandi kvinna bæði tá ið umræður útsjónd og tónleik.
Men faðirin at talentkappingum, Simon Cowell, óttast ikki fyri at siga sín hugsan heldur ikki tá ið talan er um heimsstjørnur sum Lady Gaga, Beyonce og Katy Perry, sum hava ferðast kring knøttin við túsundtals skríggjandi fjepparum kring seg.
Hann er nevniliga sannførdur um, at tær tríggjar ikki hava nóg góðar røddir.
Um ein letur eyguni aftur og einans lurtar eftir teirra røddum, so eru tær hvørki góðar ella serstakar, heldur Simon Cowell.
Hóast Lady Gaga telist millum heimsins størstu innan tónleikaheimin, so heldur Simon Cowell ikki, at tað er orsaka av hennara rødd.
- Um ein einans lurtar eftir Lady Gaga, so er hon ein tann keðiligasta songkvinnan í heiminum. Ein skal síggja hana eisini, sigur Simon Cowell, sum júst hevur almannakunngjørt sítt X-Factor show í USA.
Tað sama er galdandi fyri Katy Perry og Beyonce. Alt snýr seg um image. Ein skal hava C-Factor, sigur Simon Cowell.
Kelda. Eb.dk