Kendi bretin Simon Cowell sigur nú, at hann ætar sær at finna júst tann rætta persónin, ið skal umboða Ongland í altjóða tónleikakapingini, Eurovision Song Contest.
Høvuðsmaðurin aftan fyri tónleikakappingar X-Factor og Britain´s Got Talent, Simon Cowell, hevur fyri stuttum verið frammi og sagt, at hann er áhugaður í at gerast partur av Eurovision komandi ár.
Tað var á Twitter, at ein fjeppari spurdi Cowell, um hann ikki hevði hug at hjálpa Onglandi í Eurovision Song Contest í 2014, eftir at onglendingar ikki hava staðið seg væl í kappingini seinnu árini.
- Eg umhugsi, at eg møguliga kundi arbeitt við at funnið tann rætta sangaran, sum kann umboða Ongland komandi ár. Um tey geva mær loyvi til tað væl at merkja, svaraði Simon Cowell.
Seinastu árini hevur gingið alt annað enn væl hjá Onglandi í stóru altjóða tónleikakappingini. Í ár endaði Bonnie Tyler á einum 25. plássi, meðan Engelbert Humperdinck endaði næstaftast í 2012.