Simona Eivinsdóttir væl fagnað í Varpinum

Fríggjakvøldið átti Adubáran pallin í Varpinum, har tvey verk – eitt hjá Kára Bæk og hitt hjá Simonu Eivinsdóttir, vórðu frumframførd, og annars eisini umbiðin til høvið - umframt trý onnur.

Simona, Jóhanna og Bernharður. Eg havi í hesi grein ikki ummælt hini verkini, sum sanniliga eisini vóru góð, men eg meti hetta verkið, hjá eini audidaktari/sjálvlærdari, Simonu á einum altjóða palli, at vera heilt framúr. | Mynd: Dávur Winther

Dávur Winther

 

 

 

Hetta var í samband við World New Music Days, sum International Society of Contemporary Music hevur skipað fyri runt um í Føroyum alla hesa vikuna.

 

Fríggjakvøldið stóð Varpið fyri tørni, og fegnaðist ein av fyrireikarunum, Sunleif Rasmussen almikið um, at so nógv fólk møttu – Besta uppmøting til ymsu tiltøkini, helt Sunleif fyri.

 

Simona, sum er sjálvlærd, og sum m.o. Sunleif heldur ómetaliga nógv av, fór við ”sigrinum”, tó at talan als ikki var um eina kapping.

 

Talan var um at ISCM, sum er eitt altjóða netverk av limum úr umleið 50 londum, ið arbeiða fyri at fremja og framføra ný- ella samtíðar tónleik. Tey, sum spæla við her, eru listinlærd og hava eina holla konservatoriuútbúgving.

 

Tað hevur Simona ikki, men tó ella kanska tí flokkaðust allir hinir komponistarnir/lagasmiðirnir um Simonu eftir konsertina og vildu heilsa og heiðra henni fyri hennara frámúr verk.

 

Simona Eivindsdóttir, sum til dagligt arbeiðir sum málari og hevur m.a. málað alt Varpið, er sjálvlærd tónaskald, tónleikari og sangari frá Klaksvík. Hennara fyrsta verk, “Tøgn”, ein strúkikvartett í trimum satsum, varð fyrstu ferð framførd í 2022 í Tórshavn av Aldubáruni.

 

##med2##

##med3##

Síðani hevur hon skrivað fyri hornorkestur og slagverk, “Stuttligt”, eina duet fyri violin og klaver, “Verður tú verandi?”. Og so eitt solo-violin stykki, “Dansa bara”.

 

Hennara seinasta verk – ein sinfonietta ella lítil synfoni, ið hon kallar “Livandi hjarta”, var umbiðið av Aldubáruni til at verða framført á World New Music Days 2024 í Klaksvík síðsta fríggjadag.

 

Verkið var serliga væl skrivað, yndisligt, pompøst og minimalistiskt – alt í senn. Hvørt av teimum 12 ljóðførunum: horn, klarinett, tvørfloyta, guittar, flygel, slagverk og fleiri onnur, høvdu hvør sína avbjóðing. Men serliga í stóra samspælinum, sum stundum varð, var rættiligur hamoniur, samljóð og eina ógvuliga breið, fjálg og rámandi ljóðmynd.

 

##med4##

##med5##

Partiturið – ella samlaða nótaheftið, sum orkesturleiðarin, Bernharður Wilkinson arbeiddi eftir, var rættiliga umfatandi og sera væl skipað. Sjálvandi vóru hini eisini tað, men hesi tónaskaldini, LIU Qiqi frá Kina, Tryggvi Þór Pétursson frá Ísland, Jordan Nobles frá Kanada og Kári Bæk úr Føroyar, hava holla útbúgving til tað sama.

 

Øll tey frammandu - til konsertina vóru um 70 fremmandafólk, tónasmiðir og tónleikafólk við frá teimum 50 londunum, sum vóru her á landi í sambandi við WNMD – vildu sleppa at heilsa uppá Simonu og takka henni fyri frálíka verk hennara, ”Livandi hjarta”. Bernharður Wilkinson og Kári Bæk í fremstu røð.

 

##med6##

##med7##

Fyri konsertina hitti eg onkrar av tónleikarunum, ið høvdu nógv lovorð at bera verkinum sum gott, avbóðandi, har heildarmyndin var symfonisk og við góðari dýpd og breidd.

 

Eitt fantaskiski verk av eini sjálvlædrari Simonu Eivindsdóttir, sum veit, hvat hon hevur við at gera, men tó so lítillátin og fitt. Flott!

 

Um verkið sigur Simona:

 

“Mín fyrsti íblástur til hetta verkið, ið varð bílagt til Aldubáruna, var at royna at fáa tey ymisku ljóðførini at trína fram og eisini spæla saman í ymiskum samansetingum. Eitt slag í senn, leiðir hjartað, eins og tónleikurin, okkum ígjøgnum ymiskar tíðir í lívi okkara.”

 

Livandi hjarta

 

Hjartað hevur altíð okkurt at siga

 

skiftandi tónar til skiftandi tíðir

 

lættir og lívgandi – eisini lágir

 

men altíð livandi

 

Á hjarta, sum kann sveima í sælu og syngjandi syrgja

 

hjartaliga sláa skiftandi tónar til skiftandi tíðir

 

til taktir og trætir troystar og trívir í tónan

 

sum saman í sóma syngur sítt livandi lag

 

Aldubáran - orkesturleiðari, Bernharður Wilkinson

Andrea Heindriksdóttir  (fl), Anna Klett  (cl), Kristina Thede Johansen (sax),

Joost Bosdijk (bs), Páll Sólstein (horn), Ólavur Olsen (trombon), Johan Hentze (tp),

Øssur Bæk  (vl), Jón Festirstein  (vl), Angelika Hansen  (vla), Andreas Restorff (vcl),

AlviJoensen (gt), Ólavur Jakobsen (gt), Aksel Remmel (pf), Jóhannes Andreasen (pf)

 

##med8##

##med9##

##med10##

Eg havi í hesi grein ikki ummælt hini verkini, sum sanniliga eisini vóru góð, men eg meti hetta verkið, hjá eini audidaktari/sjálvlærdari, Simonu á einum altjóða palli, at vera heilt framúr.

 

Borgarstjórin, Karl H. Johansen var ikki sørt errin av, at vera í ætt við høvuðspersónin, Simonu umvegis Sam í Ánunum, í vælkomu-røðu síni.

 

Eisini fagnaði forkvinnan í Mentanarnevndini og í stýrium fyri Varpið, Jóhanna C, Christiansen, Simonu, við blómum eftir framførsluna.

 

Takk til fyriskiparar, Aldubáruna, Varpið, sum sanniliga vísti sítt virði, tónasmiðir og ikki minst Simonu Eivinsdóttir.

 

Simona, Jóhanna og Bernharður. Eg havi í hesi grein ikki ummælt hini verkini, sum sanniliga eisini vóru góð, men eg meti hetta verkið, hjá eini audidaktari/sjálvlærdari, Simonu á einum altjóða palli, at vera heilt framúr. | Mynd: Dávur Winther