Í morgun hava tveir mans úr Kaldbak verið hjá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í innlendismálum, og handað henni eina kæru um framferðina hjá Tórshavnar Býráð.
Eini 80 fólk í Kaldbak hava skrivað undir kæruna, har tey vilja hava landsstýriskvinnuna at steðga ætlanini hjá býráðnum um at føra grót úr Eysturoyartunlinum inn á Sund við tí endamáli at gera eitt 50.000 fermetra stórt ídnaðarøkið har.
Kaldbaksfólk siga í kæruni, at Tórshavnar Býráð hevur brotið sáttmálan, sum varð gjørdur, í 1974, tí Kaldbaks Kommuna fór upp í Tórshavnar Kommunu
Eftir hesum sáttmála skulu øll mál, sum viðvíkja Kaldbaks kommunu verða løgd fyri bygdaráðið í Kaldbak, áðrenn tey verða viðgjørd á býráðsfundi í Havn.
– Síðani er Kaldbaksnevndin sett í staðin fyri bygdaráðið, men sjálvur samanleggingarsáttmálin er enn galdandi, og hann er ongantíð uppsagdur ella broyttur, siga kaldbaksfólk í kæruni.
Sostatt skal Kaldbaksnevndin gera tilmæli til býráðið í málum, ið hava við Kaldbak at gera. Men nevndin hevur ongantíð fingið høvi at viðgera málið um at byggja vinnuøkið á Sundi út, og nendin hevur sotatt heldur ongantíð fingið høvi til gera nakað tilmæli í málinum.
Tann 19. januar varð Kaldbaksnevndin boðsend á fund í býráðnum, har kunnað varð um málið.
– Hetta meta vit ikki er í samsvari við ásetingina í sáttmálanum um at vera tilmælandi myndugleiki í øllum málum viðvíkjandi Kaldbak, siga tey í kæruni.
Býráðið tók tann 2. mars 2017 avgerð um at broyta almennu byggisamtyktina fyri Sund, hóast Kaldbaksnevndin ikki hevði viðgjørt málið, og hóast nærum allir íbúgvarar í Kaldbak mótmæltu einari útbygging av vinnuøkinum á Sundi.
Tí heita tey á Sirið Stenberg um, at ógilda avgerðina hjá Tórshavnar kommunu um at fylla grót upp eystan fyri verandi bryggju á Sundi.
– Vit fara samstundis at heita á landsstýriskvinnuna um, meðan málið er til viðgerðar, fyribils at steðga Tórshavnar kommunu í arbeiðinum at fylla 50.000 kvm. av sjóøki á Sundi upp við gróti, siga tey.
Jóhann Mortensen, sum er ein av teimum, sum var við í morgum at handa landsstýriskvinnuni kæruna, sigur, at fáa tey ikki viðhald, hevur Tórshavnar Býráð í roynd og veru fingið fríar ræsur at gera sum hon vil í Kaldbak, uttan at spyrja nakran eftir.