Tað ber ikki til at pilka nakrar fáa bólkar av fólki burtur úr heildini, og geva teimum bíligari streym um náttina.
Tað er niðurstøðan hjá umsitingini hjá Løgtinginum.
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í orkumálum, hevur lagt uppskot fyri Løgtingið, sum gevur henni heimild at geva summum viðskiftafólkum hjá SEV bíligari streym enn aðrir.
Tað hevur ligið í kortunum, at endamálið er, at at tey, sum brúka streym at hita húsini við, eitt nú við hitapumpu, og tey sum hava elbil, skulu kunna fáa bíligari streym um næturnar.
Men hetta er at gera mismun á fólki, heldur umsitingin hjá Løgtinginum.
Eisini løgmansskrivstovan er ivingarsom um hetta málið
Tað, sum liggur í hesum er, at summi skulu fáa avsláttur fyri streym, tey brúka um næturnar, men onnur skulu rinda meiri.
Skulu summi fáa avsláttur fyri streymin, samstundis sum at onnur skulu rinda meiri fyri streymin, enn hann kostar at framleiða, líkist tað einum skatti. Og tað er bara Løgtingið, sum kann samtykkja ein skatt, tað kann eitt landsstýrisfólk ikki gera einsamalt.
Endamálið við at eggja fólki til at brúka meiri streym um næturnar er at meiri nyttu burtur úr orkuverkunum, og verða tey rikin effektivari, lækkar framleiðslukostnaðurin á streymi eisini. Og tað eiga allir brúkarar at fáa sama ágóða av, og tí eiga allir brúkarar at fáa sama lægri prís, tí annars er talan um skatt.
- Tað vil siga, at er ætlanin at lækka prísin á streymi um náttina, skal hetta koma øllum náttarbrúkarum til góðar, soleiðis at allir gjalda sama prís, sigur umsitingin hjá Løgtinginum.
Tey siga, at tað ber væl til at geva Sirið Stenberg heimild til at lækka prísin á streymi um næturnar, men so skal tað koma øllum borgarum til góðar.
Men er bara ætlanin at geva teimum við hitapumpu og elbilum lægri streym, er talan um eina javning, og sostatt er talan um skatt.
Tí heldur løgtingsskrivstovan, at tað er eitt stórt ivamál um uppskotið er í samsvari við stýrisskipanarlógina. Er tað í stríð við stýrisskipanina, løgtingsformaðurin -eftir at hava fingið samtykki frá formansskapinum- mæla Løgtinginum til at vísa uppskotið frá sær.