Sirið Stenbert hevur útihýst eysturoyingum

Tað er rættiliga fallið Bill Justinussen fyri bróstið, at ongin eysturoyingur er í nývalda sjúklingaráðnum

 

Hví eru ongi umboð vald úr Eysturoynni í nývalda sjúklingaráðið?

 

Tað er ein spurningur, Sirið Stenberg nú skal greiða Løgtinginum frá.

 

Hon hevur akkurát valt eitt nýtt sjúklingaráð, men nú vil Bill Justinussen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin hava at vita, hví eingin eysturoyingur er valdur í ráðið.

 

Hann vísir á, at í nýggja sjúklingaráðnum eru trý umboð úr Havn, trý úr Klaksvík og trý úr Suðuroy, harav tvey eru úr Vági, haðani Sirið Stenberg er.

 

Hann vísir eisini á, at í lógini stendur, at tá ið sjúklingaráðið skal mannast, skal tað hugsast um at limirnir eru ymsastaðni frá.

 

– Hóast lógin stutt og greitt áleggur landsstýriskvinnuni at taka landsfrøðilig atlit, tá ið hon velur sjúklingaráð, hevur hon gjørt akkurát tað øvugta, sigur løgtingsmaðurin.

 

–  Eysturoy, sum er næststørsta oyggin, við næsthægsta fólkatalinum, ella meiri enn 11.000 fólkum, hevur onki umboð, staðfestir hann.  

 

Hann heldur, at Eysturoy, sum hvørki hevur skaðastovu, ella sjúkrahús, og bara avmarkaða sjúkraflutningstænastu, átti tvørtur ímóti at fingið fyrst valda limin í sjúklingaráðið

 

– Men enn eina ferð vísir suður- og høvuðsstaðarsamgongan, at Eysturoyggin ikki stendur frammaliga, sigur Bill Justinussen.

 

Heldur ikki Vágar, Sandoy og Norðstreymur nakað umboð í sjúklingaráðnum, sum eisini hava sínar avbjóðingar, tí at har er ongin sjúkrahústilbúgving.

 

Tí vil Bill Justinussen hava at vita, hvør hevur givið Sirið Stenberg tilmæli um, hvør skuldi veljast í Sjúklingaráðið og um tilmæli vóru um at velja fólk aðrastaðni frá enn úr Tórshavn, Klaksvík, Vági og úr Ørðavík.

 

– Heldur landsstýriskvinnan, at sjúklingar úr Eysturoynni ikki hava tørv á at hava umboð í sjúklingaráðnum, spyr Bill Justinussen eisini.

 

Limirnir í nýggja sjúklingaráðnum, eru Jákup N. Olsen, Kristiana Rein og Trúgvi Jacobsen úr Havn, Jóna Skorheim og Pauli Klakkstein úr Klaksvík, Sylvia Thomsen úr Ánunum, Maud Benjardøgg og Jeanna í Lágabø úr Vági og Emil Jacobsen úr Ørðavík.