Sirið Stenberg er í Kyiv saman við Troels Lund Poulsen

Landsstýriskvinnan í uttanríkismálum, Sirið Stenberg hevur vitjað í Ukraina og lagt silkiband í føroysku flagglitinum á Frælsistorgið í Kyiv

Tað skrivar Kringvarpið, sum sigur seg hava fingið tíðindaskriv frá Uttanríkis- og vinnumálaráðnum.

 

Sambært Kringvarpinum, so hevur Sirið Stenberg vitjað í Kiyv í dag saman við danska verjumálaráðharranum, Troels Lund Poulsen.

 

Kringvapriið skrivar, at á ferðini hitti landsstýriskvinnan umboð fyri ukrainsku stjórnina, vitjaði fyritøkur og eisini legði hon vegna landsstýrið eitt silkiband í føroysku flagglitunum á Frælsistorgið.

 

Føroyska uttamríkisráðið boðar sambært Kringvarpinum frá, at meira kunning um vitjanina og fundirnar hjá landsstýriskvinnuni kemur seinni.