Fólkatingið: Hetta er tíðin, tá næmingar í hópatali leita sær út á arbeiðsmarknaðin í starvsvenjing.
Hetta verður gjørt fyri at geva næmingunum ein góðan møguleikan fyri at snúsa eitt sindur til lívið uttanfyri skúlagáttina, og har fáa at vita, hvussu eitt arbeiðspláss virkar.
Nógvir næmingar seta fram ynski um ymisk arbeiðspláss, so at tey kunnu vera vís í at fáa okkurt av tí, teimum dámar. Meðan onnur ikki reiðiliga vita, hvat arbeiðspláss tey hava hug at fáa størri kunnleika um.
Men fyri Rebekku Petersen og Malan Djurhuus úr 9. E í Eysturskúlanum í Havn var eingin ivi: Vit vilja vita, hvussu arbeiðið er í danska fólkatinginum. Vit vilja fara hagar at arbeiða. Og sum sagt, so gjørt!
-Hetta hevur verið ein fantastisk vika. Vit hava upplivað so nógv, og øll hava verið so fitt og blíð móti okkum, sigur Rebekka í telefon úr fólkatinginum við Sosialin.
Og tað er als ikki óhugsandi, at hon seinni fer inn í politikk.
-Tað er so stuttligt, tá ein sær at ein gjøgnum tað politiska arbeiðið kann gera nyttu og ger mun
-Henda vikan í fólkatinginum hevur ikki forskrekt meg frá at fara upp í politikk. Heldur hinvegin, sigur hon.
Stinkaðu av lorti
Tað var beinanvegin, tá tosið kom inn á komandi starvsvenjingina, at Rebekka ynskti at sleppa í Fólkatingið.
Hon hevur ein ávísan áhuga í politikki, og tað kundi tí verið stuttligt at roynt nakað nýtt, og so sæð, hvussu tað politiska arbeiðið gongur fyri seg.
Men Rebekka hevði tó ikki hug at fara einsamøll til Keypmannahavnar. Hon spurdi vinkonu sína, Malan um hetta, og hon var beinanvegin við uppá tað. Og soleiðis endaðu tær báðar á fólkatingi í starvsvenjing saman við Norðuratlantsbólkinum.
Hinvegin, so vóru tað ikki júst lovorð, sum Rebekka og Malan fingu frá floksfelagum sínum. Tey skiltu yvirhøvur ikki, at tær skuldu tíma til slíkt.
-Hini hildu lítið um tað. Tey søgdu, at vit stinkaðu alvorligt av lorti um vit fóru, og at hetta var ordiliga kiksað.
-Ja, onkur helt fyri, at vit als ikki vóru í ordan, tí nakað so óinteressant sum politikk skuldi ein halda seg langt vekk frá, sigur Rebekka og smílist við.
Tað var tó onkur í flokkinum sum helt at hetta var eitt sera gott hugskot og stuðlaði teimum í at fara.
Ikki bara hyygg
Tá tær avgjørdu at fara í fólkatingið, fingu tær samband við Høgna Hoydal frá Norðuratlantsbólkinum. Hann hevur verið teimum til stóra hjálp.
Tær hava eisini fingið eyguni upp fyri tí týdninginum, sum hesin bólkurin hevur. Limirnir í bólkinum sita ikki bara og sova, men teir eru veruliga til arbeiðis.
-Teir gera eitt gott arbeiði í bólkinum, og vit hava sæð, at teirra arbeiði veruliga ger mun.
-Teir sita ikki bara og hyyygga sær fyri eina stóra løn. Teir arbeiða veruliga fyri síni søk, sigur Rebekka.
Sum ein part av arbeiði teirra skuldu Malan og Rebekka við til eina samkomu í gjár, tá eitt grønlendskt skip skuldi navngevast. Krúnprinsessa Mary skuldi navngeva skipið, sum bar hennara navn.
Hetta mátti tíverri avlýsast, tí at tær báðar tá høvdu eina avtalu við fólk úr Eindarlistanum.
Fundur her og der
Júst hetta við øllum fundunum og avtalunum er nakað, sum tær báðar hava lagt merki til.
-Her er eitt øgiligt tal av fundum. Fundur her og fundur der, alla somlu tíðina.
-Tí havi eg veruliga sæð, at danskir politikkarar ikki sita og dovnast. Teir hava ein strævnan dag, men hava kortini givið sær tíð til at heilsa uppá okkum, sigur hon.
At teir donsku politikkararnir ikki altíð eru til staðar í fólkatingssalinum merkir tí ikki, at teir ikki eru til arbeiðis ella gera okkurt heilt annað.
- Tað krevur nógv at vera politikkari á fólkatingi, tí tað eru so nógvir fundir, sigur Rebekka.
Trygdin í hásætið
Eitt annað, tær hava lagt merki til, er tann stóra trygdin sum er í fólkatinginum. Har er, sum Rebekka tekur til, "high security".
Fólkatingið er rættiliga stórt, og tí er neyðugt við vaktarhaldi allastaðni. Eingin sleppur inn, uttan at hann fyrst er kannaður.
Sjálvar ganga Rebekka og Malan við hvør sínum badge, har skrivað stendur á at tær eru praktikantar í viku 14.
Ein sleppur ikki soleiðis uttan víðari inn í forsætismálaráðið, tí har er strangt vaktarhald. Og allir teir kendu politikkarnir hava bodyguard undir liðini á sær.
Skal ein flokkur inn at vitja, so kunnu tey ikki bara fara rennandi inn. Nei, tey skulu fyrst lata taskurnar frá sær, og síðani verða tær gjøgnumlýstar í einum tóli, júst sum ein kennir tað frá einum flogvølli.
- Fyrst tá tað er gjørt, sleppa tey inn. So tað er øgiliga strangt her, sigur Rebekka.