Sjóberin fekk sjógv og fór at leka

Stutt fyri klokkan 19 í kvøld fekk útróðrarbáturin Sjóberin úr Runavík ein sjógv, tá teir vóru á veg aftur av útróðri.

Teir vóru staddir í Álinum, tá sjógvurin rakti Sjógvurin var so mikið ógvusligur, at lúnningin brotnaði, og báturin fór at leka.

MRCC Tórshavn fekk boð um tilburðin, og klokkan 18.40 bóðu teir Brimil, sum var á Klaksvík, um at sigla suður móti Sjóberanum.

Við egnari hjálp kláraðu teir kortini at halda Sjóberan lens og sigldu spakuliga inn móti Eystnesi.

Útróðrarbáturin Trúgvi av Toftum fór ímóti Sjóberanum, og klokkan 19.15 vóru teir komnir heim um Eystnes. Í øllum góðum løgdu bátarnir trygt í havn á Toftum klokkan 19.50 í kvøld.

Á MRCC Tórshavn siga teir í nátt, at hóast Sjóberin ikki beinleiðis bað um hjálp, hildu teir, at rættast var at biðja Brimil leggja leiðina suðuryvir.

Tá Sjóberin og Trúgvi vóru komnir heim um Eystnes í øllum góðum, fekk Brimil boð um at venda aftur.

- Vit tóku málið í álvara og vildu vera stand-by, hóast teir umborð á Sjóberanum hildu seg hava tamarhald á støðuni, sigur MRCC-Tórshavn í nátt.

Tað var rættiliga fitt av vindi í kvøld, og líkindini til útróður vóru ógvuliga ivingarsom.