Sjúklingar eru rættiliga væl nøgdir við viðgerðina

Sjúklingar á Psykiatrisku deild á Landssjúkrahúsinum eru spurdir, hvat teimum dámdu viðgerðina, tey fingu

Sjúklingar á psykiatrisku seingjardeildini P40 á Landssjúkrahúsinum, eru rættiliga væl nøgdir við viðgerðina og við røktina, tey fingu. Tað er niðurstøðan í eini kanning, har sjúklingarnir vórðu spurdir, hvat teir hildu um tíðina á psykiatrisku deild.

 

Tað eru Marja Lund Gjógvará og Laila Olgarsdóttir, sum eru lidnar at lesa heilsuvísindi á Fróðskaparsetrinum, sum  hava gjørt kanningina. Tær gjørdu kanningina í sambandi við lesturin og tær arbeiða báðar á Landssjúkrahúsinum.

 

Hetta er fyrstu ferð, ein slík kanning verður gjørd og tilsamans vóru 61 sjúklingar við í kanningini. Og í miðal góvu teir psykiatrisku deild 3,17 stig fyri viðgerðina og røktina, har hægsta stigatal var fýra.

 

Tað, sjúklingarnir vóru best nøgdir við, var møguleikan fyri at hava eitt privatlív á deildini og tað, teir mest ónøgdir við, var teirra egna ávirkan á viðgerðina. 

 

– Úrslitini vístu, at eldri sjúklingar vóru betri nøgdir enn teir yngru, og menn føldu seg tryggari á deildini enn kvinnurnar. 

 

Teir sjúklingar, ið mettu at teirra sálarligu støða var góð, tá ið teir vórðu útskrivaðir, vóru teir sjúuklingarnir, sum búðu einsamallir, tá ið teir vórðu innlagdir, høvdu hægri útbúgving og sum høvdu fingið at vita, hvar teir kundu klaga.  Teir høvdu eisini fingið at vita, hvør lækni hevði ábyrgdina av teimum. 

 

Samstundis vísir kanningin, at sjúklingar, ið vóru innlagdir við tvingsli, vóru verri nøgdir enn sjúklingar, ið sjálvbodnir vóru innlagdir.