Tølini siga, at vit so rudduliga eru dumpað í Pisa kanningini. Tað mugu vit fyrihalda okkum til. Um vit ikki gera tað, so hava vit ein stóran trupulleika.
Hetta vóru fleiri av teimum, sum høvdu orðið á skúlafundinum í Miðlahúsinum í Vágsbotni týskvøldið so sára samd um.
Tað skortaði heldur ikki upp á uppskot um orsøkir til úrslitið og upp á, hvussu skúlin kann betrast.
– Um kommunurnar fáa fulla ábyrgd av fólkaskúlanum, so verða fyritreytirnar fyri betri skúla heilt víst betri, vóru ráðini hjá Heðini Mortensen, býráðsformanni í Havn og formanni í kommunusamskipanini, ið eisini helt, at kommunurnar hava víst t.d. í barnaansingini, at tær eru førar fyri at umsita, og at kommunurnar í t.d. barnaverndarøkinum hava víst, at tær megna væl at samstarva.
Jan Mortensen, stjóri í Vinnuhúsinum, hevði eisini sín heilivág fyri at fáa skúlan at rigga betri, enn hann ger tað nú:
– Tað er sera týdningarmikið, at privatpraktiserandi lærararnir verða avtiknir. Tað hoyrir ikki nútíðini til, at lærarin fær loyvi til at fara inn í skúlastovuna og at hurðin verður latin aftur, og at tað harvið einki samstarv verður millum lærarar og flokkar. Fleiri royndir og eftirmetingar eiga at vera í fólkaskúlanum, størri kommunur skulu hava ábyrgdina, og sentrali myndugleikin skal standa fyri visjónunum og eftirlitinum, vóru nøkur av hugskotunum hjá stjóranum í Vinnuhúsinum, sum eisini helt tað vera upplagt, at aðrir fakbólkar enn lærararnir sleppa framat:
– Um t.d. ein verkfrøðingur hevur hug at undirvísa, so eigur hann at fáa møguleika til tað, um hann skúlar seg í námsfrøði.
Sæst ikki á sjúklinginum
Formaðurin í mentanarnevndini, Andreas Petersen, sigur, at úrslitið av PISA undankappingini kom óvart á. Hann hevði roknað við, at Føroyar fóru at liggja umleið á sama støði sum Danmark, sum gjørdist nummar fjúrtan.
– Vit í mentanarnevndini hava havt tey mongu tilmælini um, hvat skal gerast fyri at hækka støðið til viðgerðar í tvær vikur. Fyrst í desember fer Løgtingið at viðgera fólkaskúlan, og í tí sambandi fara vit at fáa fleiri upplýsingar frá Mentamálaráðnum.
Men hóast dapra úrslitið, og hóast tað ivaleyst er neyðugt at seta fleiri tiltøk í verk, so heldur Andreas Petersen, at vit ikki mugu leypa framav:
– Í mínum dagliga læknayrki havi eg í tredivu ár kannað og mett um úrslit av kanningum. Tá ið úrslitið fyriliggur, og tað tykist katastrofalt, og tá ið eg samstundis kenni sjúklingin og veit, at hann tykist hava tað gott, so spyrji eg meg sjálvan, um tað er nakað galið við háttinum, sum kanningin er gjørd uppá, og viðhvørt er tað neyðugt at gera nýggjar kanningar, var myndin, sum Andreas Petersen málaði, og hann helt fram:
– Eg havi í mong ár fylgt børnum í føroyska fólkaskúlanum. Tey síggja út til at hava tað gott, og tey flestu standa seg væl í miðnámsskúlum, og føroyingar smæðast ikki burtur ímillum á lærdum háskúlum. Vit eiga at taka Pisa undankanningina og úrslitið av fyrstu kanningina, sum fer at koma næsta ár, í størsta álvara. Men samstundis haldi eg, at vit skulu ansa eftir ikki at gera forhastaðar og avgjørdar niðurstøður. Tað er neyðugt við nýggjum kanningum, og eitt nú at fáa greiðu á, hvussu tað stendur til sammett við í grannalondunum, eitt nú tá ið tað ræður um støðið hjá lærarunum, penganýtsluna fyri hvønn næming og so mong onnur lyklatøl.
Nógvir partar
Hanus Joensen vísti á ítøkilig mál, sum tað er neyðugt at gera nakað við, um støðið í skúlanum skal hækka:
– Partur av skúlanum er kannaður, men ikki allur skúlin. Undir kreppuni var eingin eftirútbúgving av lærarum. Nú er eitt sindur betri, men ikki nóg gott. Fysisku karmarnir eru ikki nóg góðir. Nógvir skúlar eru gamlir, ikki nútímans. Føroyski skúlin er tann bíligasti í Norðurlondum. Næmingarnir hava færri tímar, enn tey hava í grannalondunum, og lærararnir fáa minni í løn enn lærararnir í grannalondunum fáa vóru nøkur av økjunum, sum stjórin í Kommunuskúlanum í Havn helt, at tað átti at verið hugt at.