Sjúkradagbøkur læsast inni

? Hetta er sera snópisligt hjá okkum, sigur Anne Birgitte Dahl-Hansen, sum er lækni í Vági og dagliga arbeiðir á Læknamiðstøðini. Framyvir fara tey at hava dagbøkurnar undir lási

? Vit fara at biðja Vágs kommunu um at útvega okkum arkivskáp, so at vit kunnu læsa sjúkradagbøkurnar inni, tí slíkt má ikki henda aftur, sigur kommunulæknin Anne Birgitte Dahl-Hansen, sum er sera kedd um hendingina.
Hon greiðir frá, at tey ikki hava havt sjúkradagbøkur innilæstar fyrr, tí eingir trupulleikar hava verið av hesum. Nú fara tey tó at broyta nakrar mannagongdir í hesum sambandi.
? Frá nú av fara vit altíð at hava hurðina inn í skrivstovuna læsta, so at óviðkomandi ikki sleppa framat. Hetta er sera óhøgligt hjá okkum, sum arbeiða her, men soleiðis má tað vera, inntil vit fáa nýggj skap at goyma dagbøkurnar í, sigur læknin.
Hon sigur, at tá hon kom til arbeiðis sunnumorgunin, stóðu tómar brennivínsfløskur og ølfløskur í bíðirúminum. Tí er lætt at hugsa sær, at okkurt óregluligt er farið fram dagin fyri.
Læknin, sum var á vakt tann dagin, er farin av landinum í summarfrí, og henni fingu vit ikki hendur á.