Í løtuni stríðast 75 brandmenn og 15 brandbilar við at fáa tamarhald á eldinum, sum kyknaði fyrig óðum tveimum tímum síðani á Royal Marsden Sjúkrahúsinum í London Royal Marsden Sjúkrahúsið í London stendur enn í ljósum loga.
Eldurin kyknaði stutt fyri hálvgum tvey í dag, og sjúklingar og starvsfólk eru síðani evakuerað úr brennandi bygninginum.
Ein av læknunum, Toni Burke, sigur við blaðið The Sun, at tað mundi vera undir 100 sjúklingum á sjúkrahúsinum, tá eldurin kyknaði. Tveir sjúklingar lógu undir skurði, tá eldurin kyknaði, og enn er ikki heilt greitt, hvussu hesir báðir fingust út.
Sjúklingar liggja úti á gøtuni á madrassum og sjúkrarøktarar pjøssa um tey við eyka teppum.
Eldurin leikar enn í á sjúkrahúsinum í Chelsea býarpartinum í London, her 75 brandmenn og 15 brandbilar royna at sløkkja. Enn er ikki frætt frá fólkaskaða, skrivar The Sun