Sjúkrahúsprestur á sjúkrahús

Hósmorgunin tá menn vóru á fjalli á Mjóvanesi, var sjúkrahúspresturin Sverri Steinhólm áhaldsin og breyt beinið. Tyrlan lendi í eini líð og flutti prestin á sjúkrahúsið í Havn

 

Sverri Steinhólm greiðir frá, at gongan vendi ímóti fjallmonnunum, og tá skuldi hann spíla seg út. Endin var, at hann brýtur beinið, í tí hann skal venda sær. Har er rímiliga bratt, og tí hevði hann ikki serliga gott fótafesti.

Ein hálvan tíma seinni ringir hann til navnan Sverra Lamhauge, sum er lækni í Runavík. Hann hevur síðani sent boðini víðari, og nakað seinni lendi tyrlan í eini líð nærhendis.

Presturin varð síðani fluttur á sjúkrahúsið, har hann varð lagdur undir skurð. Læknarnir hava sett skrúvur í beinið.

Sverri vil nýta høvi at rósa bjargingarmonnunum og flogskiparunum á tyrluni, tí teir greiddu sína uppgávu sera væl.

Annars er vert at nevna, at gongan slapp ikki orsakað av óhappinum hjá prestinum, sum hevur gingið á fjall alt sítt lív. Bara einir fýra seyðir sluppu, og tað er eitt gott úrslit, siga fjallmenn úr Eysturoynni.