Sjúkrarøktarfrøðiskúlin flytur í nýggj høli

Mánadagin flytur Sjúkrarøktarfrøðiskúlin út í Broncks, har gamla Almannastovan er umbygd til skúla

Tey hava úr at gera á Sjúkrarøktarfrøðiskúlanum í hesum døgum. Alt innbúgvið úr hølunum á Eirargarði verður nú flutt yvir í nýumvælda bygningin í Jónas Broncksgøtu 25, hagar skúlin flytur mánadagin. Talan er um bygningin, har Almannastovan helt til fyrr, og er hann umbygdur júst til endamálið. Eitt nú hevur hann fingið nýggjan klædning og vindeygu, umframt at fyrsta, onnur og helmingurin av triðju hædd eru innrættaðar til skúlan. Pláss er fyri 88 næmingum, umframt starvsfólkunum.

Súsanna M. Mortensen, rektari á skúlanum, sigur við Sosialin, at tey eru sera spent at flyta yvir í nýggja bygningin.
- Har er bæði ljósari, rúmligari og sum heild eru karmarnir nógv betur enn vit eru vanar við, sigur Súsanna M. Mortensen.
Hon fegnast serliga um, at nú fáa tær endiliga eina royndarstovu, sum er innrættað sum eitt veruligt sjúkrahúsumhvørvi
- Har fáa næmingarnir høvi at royna seg undir veruleikakendum karmum, millum annað við seingjardeild, medisinskápi og umstøðum til røkt, linna og sjúklingasamrøður, sigur Súsanna M. Mortensen.
Seinastu árini hevur Sjúkrarøktarfrøðiskúlin hildið til í einari bústovnadeild á Eirargarði. Fyri 6 árum síðani varð avgerð tikin um, at skúlin skal hava nýggj hølir, og í fjør var so loysnin á Jónas Broncksgøtu funnin.
Av tí at so nógv praktiskt viðurskifti skulu fáast undir land, so byrjar komandi skúlaskeið 12. februar. Tá byrja eisini 22 nýggir næmingar á skúlanum.
- Tíbetur koyra bussarnir ókeypis nú, tí hóast umstøðurnar sum heild eru góðar, so eru ikki umstøður til parkering á nýggja skúlanum, sigur Súsanna skemtandi.