Út á hav
- Eg hevði í fleiri ár hugsað um at roynt sjólívið, tá eg fyrstu ferð mynstraði umborð á Sundabergi vártúrin í 2003. Eg var 58 ár og helt, at skuldi tað vera – ja, so skuldi tað vera nú.
Tað sigur Høgni Debes Joensen, sum hevur verið landslækni í Føroyum síðan 1979.
Men vártúrurin í 2003 gjørdist ikki hin einasti og seinasti. Longu vártúrin eftir mynstraði hann aftur umborð á Sundabergi.
Í sínari tíð var hann umborð á onkrum línubáti, men í 2003 fór hann fyrstu ferð ein langfaratúr – og hetta var eisini fyrstu ferð, at hann fór í farloyvi fyri at fara til skips.
- Mær dámdi so sera væl umborð á Sundabergi. Eg stórtreivst og ætlaði ongantíð, at vártúrurin í 2004 skuldi gerast hin seinasti. Í fjør summar ætlaði eg mær at sleppa við aftur, so eg eisini fekk høvi at verða við ein summartúr, men tá skipið fór, lá ikki fyri hjá mær at fara.
Enn einaferð
Nú mánakvøldið mynstraði Høgni Debes Joensen so aftur, hesaferð umborð á tí nýggjara flakatrolaranum hjá JFK-Troli, Skálabergi.
- Nú eri eg 62 ára gamal, men higartil havi eg ongan túr verið elstur umborð, heldur ikki hesaferð, nú ein av manningini sum eg havi skilt er 65.
Manningarnar umborð á flakatrolarunum spenna víða í aldri, og umborð á hesum skipum eru nevniliga menn í øllum aldri. Men ert tú farin um tey seksti, telist tú sjálvsagt millum teir elstu av manningini.
- Um eg fari avstað aftur eftir hendan túrin, dugi eg ikki at siga í løtuni, men tað vil eg ikki útiloka. Hetta veldst eisini um, hvussu heilsan verður.
Høgni vísir á, at tá hann í slíkum starvi sum landslækni hevur hug at royna okkurt annað, er neyðugt, at slíkt verður fyrireikað fleiri mánaðir frammanundan.
- Nú havi eg so fingið farloyvi og havi funnið ein dugnaligan avloysara, Per Vagn-Hansen, lækna, sum verður vikarur fyri meg, meðan eg eri í Barentshavinum.
Høgni og Per hava kenst – heilt síðan teir í sínari tíð lósu saman, og landslæknin hevur stórt álit á avloysaranum.
Dreymur og veruleiki
Vit spurdu Høgna Debes Joensen, hvat tað er, sum dregur hann út á hav.
- Í fyrsta lagi er tað dreymurin um veruliga at royna sjólívið og spenningurin at uppliva okkurt nýtt og forvitnisligt. Eg kenni meg ógvuliga væl umborð, og tað er gevandi at uppliva tað samanhald, sum er. Hetta er hart og strævið likamligt arbeiði. Tú skalt hava góða heilsu, hava sjónáttúr, vera djarvur og ikki hava klaustrofobi, sum hann tekur til.
Landslæknin ásannar, at tað á ongan hátt kann samanberast at sita á skrivstovuni, har hann hevur sitið í so mong ár – og so at liggja uppi í Barentshavinum á vetrardegi.
- Jú, hetta er ein stór umbroyting frá tí dagliga, ein spennandi avbjóðing. Eg velji nógv heldur at vera umborð á flakatrolara í Barentshavinum í tríggjar mánaðir enn í sólini á Mallorka, sigur hann.
Skrivar dagbók
Orsøkin til, at Høgni nú hevur gjørt av at fara umborð á Skálaberg og ikki enn ein túr við Sundabergi er ikki á nakran hátt, at hann ikki treivst umborð á Sundabergi.
- Tvørturímóti. Mær dámdi so serstakliga væl umborð á Sundabergi, men eg helt, at tað hevði verið áhugavert at sloppið ein túr við Skálabergi og sæð munin millum skipini.
Meðan Høgni hevur verið í Barentshavinum hinar báðar vártúrarnar, hevur hann bæði skrivað og lisið nógv, tá høvi hevur verið til tess. Annars er sjólívið, sum hann tekur til, at arbeiða, eta og sova. Menn ganga seks og seks, og tá nógv verður fiskað, og tað stendur á at framleiða, bróta nakrir mans vakt. Hetta gongur uppá skift, soleiðis at tað ikki eru teir somu menninir, sum noyðast at bróta vakt.
- Eg havi skrivað dagbók, sum longu í dag telir einar 200 blaðsíður, og tað er eingin loyna, at eg hugsi um einaferð at geva skrivaða tilfarið út í bók. Nú eg eisini fái høvi at royna meg við Skálabergi, fari eg sjálvsagt at samanbera skipini og lívið, sum er umborð. Á túrunum havi eg eisini tikið myndir, bæði deyðar og livandi.
Kanska ein bók
Høgni vísir á, at hóast Sundaberg er eitt eldri skip enn Skálaberg, er Sundaberg kortini eitt gott og deiligt skip at vera umborð.
- Tá Skálaberg kom, hoyrdu vit nógv um allar teir møguleikar, sum manningin hevur umborð, og haraftrat er Skálaberg bygdur til at gera meira burtur úr tí tilfeingi, sum annars hevði farið í havið aftur. Hetta er eisini nakað, sum eg fari at hefta meg við, nú eg ætli mær at halda fram at skriva dagbók á frívaktunum.
Enn hevur landslæknin ikki havt stundir til at gera nakað meira við eina møguliga bók um túrarnar í Barentshavinum – og tað ger minni, tí nú fær hann so eisini høvið at skriva dagbók á hesum túrinum.
- Eg havi hugsað um eitt bókaheiti sum "Við Sundabergi í Barensthavinum", men nú verður tað helst "Bjørgini í Barentshavinum", altso bæði Sundaberg og Skálaberg, sigur hann.
Umborð á Sundabergi hevur Høgni Debes Joensen verið partur av manningini á verksmiðjuni.
- Her er nógv at takast við, tá fiskiskapurin er góður. Vit standa við pavnar og maskinur, vit pakka og arbeiða á frystarínum, sigur landslæknin, sum nú á triðja sinni er á veg upp í Barentshavið, hesaferð við Skálabergi.