Rigmor Dam, landsstýriskvinna í Mentamálum, hevur givið Glasi noktandi svar upp á fyrispurning um at fáa tøknibreyt á nýggja miðnámsskúlan. Og hetta hevur í dag fingið Brand Sandoy, borgarstjóra í Sands kommunu til knappaborði í stuðli til Boga Bech Jensen, stjóra í Glasi.
Tí Brandur Sandoy er púra samdur við Boga Bech Jensen í, at hesar verkligu útbúgvingar eisini skulu vera í høvuðsstaði okkara.
- Eg vil sum borgarstjóri fyri størstu kommununa í Sandoynni staðiliga stuđla ynskjunum frá rektaranum á Glasi um at fáa møguleikan at bjóða hesar útbúgvingarnar út í høvuðsstaði okkara. Um fimm ár verđur fast samband viđ Havnina úr Sandoynni, og sjálvandi skulu ungdómar í Sandoynni hava møguleikar at nema sær hesar útbúgvingar uttan at flyta av oynni. Hetta verður gjørligt, um Glasir sleppir at bjóða hesar útbúgvingar fram. Sjálvandi eigur høvuðsstaður okkara at hava hesi tilboð til tey, sum ikki eru ein partur av norðurøkinum, soleiðis at okkara ungu kunna nema sær hesa útbúgving uttan at røtur teirra verða kvettar á ungum árum, sigur Brandur Sandoy.
Í teldubrævasamskifti um málið, sum in.fo hevur fingið innlit í, sigur Rigmor Dam millum annað soleiðis.
"Landsstýriskvinnan heldur tað vera óheppið at farið verður undir nýtt tilboð, nú verandi skúlar eru á einum vegamóti, har karmarnir verða riggaðir av, og fólk, bæði mentalt og fysiskt, fyrireika seg at flyta úr í Marknagilsdepilin. Harumframt ynskir landsstýriskvinnan at slíkt tilboð verður fyrireikað væl og virðiliga, bæði í mun til hølis- og útgerðartørv, lærarakreftir og ikki minst við atliti til møguligar avleiðingar fyri tilboðið".
Les eisini: Rigmor noktar Glasi tøknibreyt
Bogi Bech Jensen, stjóri í Glasum heldur hinvegin, at tað er sera óheppið fyri næmingarnar, um lokal atlit verða tikin framum tørvin í hesum førinum.
Les eisini: Lokalpolitikkur tikin framum næmingin
- Vit hava bara bókligar miðnámsútbúgvinar og vilja hava eina verkliga eisini. Tað eru fleiri, sum heldur kundu hugsað sær eina meira verkliga miðnámsútbúgving, tí ein bóklig ikki er til teirra. Um tey ynskja tað sum er, so mugu tey sum 15-16 ára gomul annahvørt flyta til Klaksvíkar ella ferðast norð hvønn dag, sigur Bogi Bech Jensen.
Hann sigur víðari, at talan hevði ikki verið um eina beinleiðis ávirkan á skúlan í Klaksvík, tí sambært lóg, so er landið býtt upp í tvey upptøkuøkir. Eitt er fyri Norðoyggjar, Eysturoy og Sunda kommunu, meðan eitt er fyri restina av landinum.
- Tískil koma vit ikki at verða í kapping við Klaksvík, men hinvegin verður tilboðið víðka. Tí haldi eg tað verða óheppið, at landsstýriskvinnan brúkar avleiðingina fyri tilboðið í Klaksvík sum eina grundgeving fyri at noktað okkum at bjóða breytina í Havn. Næmingurin eigur at verða í fokus heldur enn lokalpolitikkur, sigur Bogi Bech Jensen, rektari á Glasi.