Sjálvandi skal tað loysa seg at arbeiða

   

Jóhan Carl Dam, arbeiðari
???????????????????????
Tað skal loysa seg at arbeiða. Hvussu ofta og leingi hava vit ikki hoyrt politikarar og onnur siga hesi orð. Og eru tey í roynd og veru góð og fjálgandi. Men tey eru tíverri ikki galdandi fyri okkum, sum byggja tilveruna á arbeiðsmannalønina. Politikararnir hava boð uppá, hvussu teir kunnu hjálpa teimum, sum vinna meðal- og háinntøkurnar at fáa meira burturúr, men ikki tá tað um lægstu inntøkurnar ræður. Heilivágurin er skattalætti, og tá láginntøkurnar gjalda lutvíst lítið í landsskatti, ber ikki til at hjálpa hesum við skattalætta. Og tað vil aftur siga, at tað ber ikki til at hjálpa teimum við skattalætta, sum størsta tørvin hava fyri hjálpini. Skattalættin er als ikki fyri láginntøkurnar. Og vit eru mong, sum standa spyrjandi. Hví hjálpa teimum, sum vinna 4, 5, 6, ella 700.000 og ikki teimum, sum liggja niðan fyri 200.000? Hví er tað so átroðkandi í hesum trongu tíðum at linna mest um hjá teimum, sum hava mest, meðan tey, sum mangla mest, fáa minst? Hetta samstundis sum politikarar og arbeiðsgevarar tosa í fullum álvara um lønarsteðg. Nei, eingin er eina løtu í iva um, at sokallaða bjargingarætlan landsstýrisins fer at leggja enn størri byrðar á tey lægsløntu. At ætlanin fyrst og fremst fer at víðka gjónna millum tey ríku og tey, sum valla hava til lívsins uppihald.

Hugsið um arbeiðaran
Teir, sum sita við landsins leiðslu, hava ikki tey lægstløntu fremst í huganum. Fólkaflokkurin hevur so ongan tíð havt tað, meðan Javnaðarflokkurin bert tykist vera arbeiðaravinur í andstøðu. Vit síggja javnaðartingmenn gráta krokudillutár í út- og sjónvarpi, um at teir eru ímóti skattalættanum, men at teir kenna seg budnar av avtaluni. Hví tramin gera slíka asosiala avtalu?
Um javnaðarmenn eru veruligir arbeiðaravinir, so kunnu teir uttan nakað "gera avtalur" við Fólka-flokkin og Sambandsflokkin um at hjálpa arbeiðar-anum. Eisini tá tað um skattin ræður. Tað ber til at broyta skattalógina soleiðis, at yvirtíðin hjá einum arbeiðsfólki ikki verður skattað harðari enn onnur inntøka. Sum er loysir tað seg ikki at arbeiða yvir, tí hesin parturin av inntøkuni verður etin upp av skatti. Eisini eiga politikarar at syrgja fyri, at arbeiðarin fær eins góðar yvirtíðarsømdir (gjøld) sum tey alment løntu fáa.
Góðu politikarar, eru tit arbeiðaravinir, so hugsið um okkum heldur enn at hjálpa teimum, sum longu hava nokk og kanska meira enn tað.
Ein av grundgevingunum fyri at veita teimum betri stillaðu skattalætta er, at so fara hesi at nýta peningin sum íløgur í verandi og nýggjar vinnur. Slutur og vrøvl. Ikki ein av króna av teimum, sum tey vælbjargaðu fáa meira útgoldið, fer til slíkt. Peningurin endar í kassanum hjá Føtex í Keypmannahavn og hjá matstovueigarum í Suðurevropa. Restin verður sett í bankan á privata 60-ára uppsparing. Nei, skatta-lættin fremur einki vinnulív. Nógv størsti parturin fer til forbrúk av innfluttum vørum, til tænastur, sum flestar verða keyptar uttanlands.

Tryggið okkara løn
Politikararnir kunnu eisini gera nakað, sum fer at gagna okkum øllum. Tað er at seta í verk príseftirlit, eitt príseftirlit, sum veruliga hevur eftirlit við okkara krambakallum. Eitt eftirlit sum forðar teimum í at stinga av við hvørji einastu lønarhækking, áðrenn hendan er komin í lønarposan. Príseftirlitið, sum var, meira spurdi handilslívið til ráðs, enn hevði veruligt og effektivt eftirlit við teimum. Ein arbeiðarafamilja við børnum er so tengd at vøruprísum, at hesir kunnu avgera, um tey hava ráð at liva.
Eitt virkið og effektivt príseftirlit nýtist ikki at merkja ein stóran og dýran stovn. Sjálvur havi eg fleiri ferðir skotið upp, at vit lata fólk, sum hava roynt at hildið hús við lítlum pengum, fremja hetta eftirlitið. Ikki er neyðugt at nýta akademiskar útbúgvingar ella líknandi. Nei, latið fólk, sum kenna støðuna hjá barnafamiljum, fara í holtur við hasar kremmararnar, hvørs fremsta dygd er at smyrja tjúkt uppá.
So leingi sum lønirnar eta allan lønarvøkstur og helst meira enn so, kann alt tos um hækkingar og lættar halda uppat. Fer arbeiðarafamiljan ikki at fáa sína løn tryggjaða, so fer alt politikararnir annars siga um hetta mál, bert at vera uttanum tos og fjákalótir.
Gloymið trípartasamráðingarnar
Sjálvandi skal vinnulív okkara vera kappingarført, men tað skal sanniliga ikki bara vera arbeiðarin, sum tryggja kappingarførið. Skulu vit bera boð í bý hvat vinnuligari kapping og fótafesti viðvíkur, so er so ómetaliga nógv annað enn bara lønin at hugsa um. Her er so nógv at tríva í, so nógv at siga við okkara vinnulívsfólk og politikarar, at vit lata tað liggja hesaferð. Eg vil bara siga tað, at arbeiðsgevarar og politikarar skulu ikki trúgva, at teir kunnu nýta okkara løn sum trumf í rossahandlum, sum bara fara at geva arbeiðsgevarunum fyrimunin. Og eiga fakfeløgini ikki eingang at hugsa um at gerast partur í trípartasamráðingum. Vit síggja longu nú, hvussu ilt politikarar hava við at geva teimum lægstløntu nakað sum helst. Og vit eiga at ansa eftir ikki at lata teir tvinna lønir og skatt saman. Skatturin er bert eitt av mongum avgjøldum, sum politikarin kann leggja á herðar okkara. Nei, latið okkum stríðast fyri at tryggja og betra korini hjá teimum lægru løntu. Tey bera sín, lutvíst alt ov stóra, part av samfelagsbyrðuni, og støðan í samfelagnum fer altíð at verða mett eftir, hvør støðan hjá teimum lægru løntu er.
Gloymið tí alt um trípartasamráðingar. Hesar fara bert at koma arbeiðaranum aftur um brekku. Tær fara bert at breiðka gjónna enn meira. Politikararnir eiga eisini at gloyma alt um skattalættauppskotið, sum liggur á borðinum í løtuni. Nýtið heldur peningin øðrvísi og skilabetur. T.d. til at tryggja lægstu lønunum munandi.