Oljuskattur
Nú Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum við útvarpið mikudagin vísti aftur atfinningunum frá formanninum í FOÍB á oljuráðstevnuni í Norðurlandahúsinum, sigur Ben Arabo, at FOIB ætlar sær ikki út í nakað blaðkjak. -Eg veit ikki, um landstýrismaðurin hevði lisið røðuna, ið eg helt sum formaður í FOÍB, tá hann úttalaði seg til útvarpið. Hann svaraði so ikki nógv til hana. Tá hann tosar um summi feløg, so vil eg gera vart við, at FOÍB umboðar øll oljufeløg, ið eru aktiv á Føroya økinum.
Ben Arabo sigur, at hetta snýr seg ikki um, at oljuvinnan ikki vil gjalda skatt.
-Sjálvandi skulu vit gjalda skatt, sum øll onnur, og tað er eingin, sum ivast í rímiligheitini í tí. Okkara viðmerkingar í hesum málinum snúgva seg um, at føroyska lóggávan er soleiðis skrivað, at ein persónur, ið arbeiðir innan oljuvinnu og býr í Bretlandi skal skrásetast hjá Toll- og Skatt , søkja um fyribils p-tal, stovna konto fyri at kunna móttaka løn gjøgnum A-skattaskipanina, arbeiðsgevarin hjá honum skal søkja um V-tal, lata sjálvuppgávu inn, lata útdrag úr ársroknskapi inn og stovna føroyska konto og gjalda løn gjøgnum føroysku A-skattaskipanina fyri hendan eina dagin. Kemur hinvegin ein persónur úr Bretlandi, sum ikki abreiðir innan oljvinnu ? t.d. selur skrivstovuinnbúgv ella annað fyri ein bretskan arbeiðsgevara, so kann hann verða her uttan skatt í upp til 180 dagar. So her hongur ikki saman hjá Fíggjarmálaráðnum.
Formaðurin í FOÍB sigur seg annars ikki júst vita, hvørja ráðgeving Karsten Hansen brúkar, tí Bretland hevur longu nú ein regul, sum ger tað møguligt hjá øllum at vera har í upp til 91 dagar, um arbeiðið er ?incidental? av og á. So hann heldur, at har er ringt at síggja, havt skal samráðast um. Ein dupultskattasáttmáli má vælsaktans merkja, at tað sama skal verða galdandi báðar vegir.
Ben Arabo sigur víðari, at ásetingarnar, sum tær standa nú, svara til, at um ein føroyskur fiskaútfytari ella annað virki sendir ein mann til Bruxelles at selja, tí tá skuldi hesin, um Belgia hevði eina lóg, sum føroyingar hava fyri oljuvinnu, søkt um belgiskt p-tal, v-tal, latið sjálvuppgávu og úrdrag úr ársroknskapi, stovnað konto o.s.fr. -Hevði man gjørt tað fyri ein dag spyr FOÍB formaður og svarar: -Neyvan, men hetta er tað, sum Karsten Hansen krevur av oljuvinnuni.
-Eg loyvi mær at ivast í, um skattainntøkan frá einum persóni í ein ella tveir dagar er hægri, enn tað, sum tað kostar at viðgera umsókn um p-tal, umsókn um v-tal, skráseting og viðgerð hjá Fíggjarmálaráðnum. Nakað annað er so, at um tað er so strangt, tá fer ekspertisan at hittast eitt nú í Keypmannahavn til stytri fundir o.s.fr., og tað kann ikki verða til frama fyri Føroyar.
Ben Arbao endurtekur, at hetta er ikki ein roynd at sleppa undan skatti. -Vit hava eina kolvetnisskattalóggávu, ið er greið og sjálvandi skal tann skattur gjaldast, sum lóggávan sigur. Trupulleikin er kolvetnisskattaumsitingarlóggávan. Onkur ógreiða er enntá til beinleiðis fyrimuns hjá útlendskum feløgum framum føroysk feløg. Eitt dømi um, hvussu inkonsekvent hendan lógin er, er, at útlendskar fyritøkur hava ein 7% skattafyrimun, framum føroyskar fyritøkur, um talan er um útlendska arbeiðsmegi. T.v.s, at tveir mans, ið gera tað sama arbeiði og búgva sama stað verða skattaðir ymiskt, alt eftir um man arbeiðir fyri eitt føroyskt felag ella eitt útlendskt felag. Í hesum førinum kann tað útlendska felagið bjóða ein bíligari prís, tí lóggávan er skrivað so, og er hetta til skaða fyri føroyska vinnu. So man sær, at tað eru nógv ting, ið eiga at verða greiðari.
Ben Arabo sigur, at hann annars beit merki í, at Karsten Hansen í útvarpssamrøðuni brúkar Noreg sum fyrimynd. -Har er so tann munurin, at Noreg hevur milliardir at tunnum av rakstrarverdugum goymslum, meðan Føroyar inntil víðari ongar hava - null. At koperia lóggávu ókrittiskt, uttan at hugsa um samanhang, gagnar ikki nøkrum, hvørki myndugleikum ella teimum, ið skulu liva undir slíkari lóggávu sigur formaðurin Ben Arabo í viðmerkingini.