Sjálvandi skulu vit halda STsáttmálan um rættini hjá einstaklingum, ið bera brek,

- Viðmerking til opið bræv frá felagnum Javna

Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna
------

Javni ger í fjølmiðlunum vart við, at fólkaskúlalógin er galdandi fyri øll børn, og at munur ikki eigur at verða gjørdur á næmingum, sum bera brek og næmingum, sum ikki bera brek. Har eru vit so púra samd, og eingin ivi skal vera um, at bæði eg og Mentamálaráðið í øllum okkara virksemi virka sambært hesari meginreglu – eisini tá ið tað snýr seg um sparingar.

Henda meginregla um javnstøðu merkir, at børn ið bera brek hava rætt til sama tímatal og eins langan skúladag, sum onnur børn. Óli Wolles greiðir í opnum brævi frá, at hann veit um, at tað eru foreldur, sum hava boðað frá, at skúladagurin hjá barni við breki er styttur, og at orsøkin eru sparingarnar, sum mugu fremjast á fólkaskúlaøkinum næsta skúlaár.
Um so er, at hetta er rætt, so eigur tað at verða broytt so skjótt sum møguligt. Tí tað er á ongan hátt lagt upp til, at næmingar, ið bera brek, skulu bera eina størri byrðu enn onnur børn. Har eru formaðurin i Javna og eg sjálv púra samd.
Allir næmingar hava sambært § 19 í fólkaskúlalógini rætt til ávíst tímatal um vikuna, og er tað ábyrgdin hjá skúlaleiðslunum í samráð við Sernámsdepilin og NSR tænasturnar at tryggja, at allir næmingarnir fáa ásetta tímatalið. Tímatalið hjá einstøkum næmingi kann bert lækkast í serstøkum føri og skulu foreldur og skúlaleiðsla verða samd um hetta. Ein tílík avgerð skal eisini góðkennast í Mentamálaráðnum.
Tað er rætt, at Mentamálráðið hevur tillutað skúlunum færri tímar skúlaárið 2010/2011 enn í 2009/2010. Men vit hava lagt dent á ikki at skerja miðfirraðu tímarnar til serundirvísing og at varðveita tímarnar, sum eru markaðir til tvílæraraskipanina. Hetta er júst fyri at tryggja, at so nógvir næmingar sum til ber kunnu taka lut í einum inkluderandi læriumhvørvi.
Tað er eisini rætt, at Sernámsdepilin fyrerikar virksemið sítt næsta skúlaár, og at samráðingar eru við skúlarnar um tillutan av tímum til serligan tørv. Játtanin til Sernámsdepilin í 2010 er ikki skerd, men kortini hevur tað heldur ikki í ár borið til at nøkta samlaða tørvin á tímum til serundirvísing.
Eg veit, at Sernámsdepilin og NSR-tænasturnar leggja nógva orku í at skipa virksemið sambært fakligum tilráðingum og við atliti til at gagnnýta játtanina so væl sum til ber. Hin vegin er eisini neyðugt at vísa fyrilit og ikki gera ov stór og ógvislig inntriv í einum, sum hin einstaki næmingurin ella skúlin kann hava ilt við at laga seg til.
Eg eri sannførd um, at Sernámsdepilin fer at greiða frá, hvussu ætlanin er at tryggja øllum næmingum, sum bera brek, bestu umstøður, sum eisini er í samsvari við teir ST-sáttmálar, sum vit hava samtykt. Eg fari at taka stig til at bjóða leiðsluni í Sernámsdeplinum á fund saman við felagnum Javna, har vit í felag umrøða teir spurningar, sum Javni ber fram í opna skrivi sínum.