Í konvoluttinum var eitt »indbetalingskort« frá BetalingsService, 2640 Hedehusene, viðvíkjandi akfarstrygging »fra 01.02 til 30.04.2002«. Hetta er ikki sørt ørkymlandi, tí í mong Harrans ár hava vit goldið akfarstrygging við inngjaldingarkorti frá Girostovuni í Havn (Argir), men nú fáa viðskiftafólk tryggingarfelagsins konvolutt úr Ballerup við inngjaldingarkorti úr Hedehusene við »kreditornummer og beløbsmodtager«: Tryggingarfelagið Føroyar, Kongabrúgvin, Torshavn. Mær vitandi hava viðskiftafólk tryggingarfelagsins iki fingið boð um, at innkrevjing av akfarstrygging er flutt frá okkara Girostovu av landinum til PBS Danmark A/S, og tessvegna má tað verða (mær) loyvt at spyrja, um tryggingarupphæddin ikki kann verða goldin sum higartil á konto í Girostovuni, soleingi onnur kravboð ikki eru komin?
Tað hevði eisini verið áhugavert at fingið at vita frá kompetentari síðu, hvussu stóra inntøku Postverk Føroya/Girostovan fer at missa, og hvørjar avleiðingar tað kann fáa (uppsagnir?), nú innkrevjingin av hálvalmennum gjøldum eru tikin frá postverkinum og givin donskum felag at umsita, og tað í eini tíð hvar gandaorðið ? fyri ikki at siga loysingarorðið ? »sjálvberandi búskapur« er lykilin ? okkara sesam, sesam ?, sum opnar tippið, og gevur okkum frælsið, sum hevur verið kúgað og niðurbundið í 500 ár!
Í einum av teimum mongu essays, sum Montaigne skrivaði, »Um vanar ? og um ikki at broyta«, sigur hann, at tá ið broyting, kollvelting hevur fingið samfelagslagið í upploysing og at detta sundur, fara aðrir skaðar eins og væta at seyra í rivum og sprungum, sum broytingarnar hava voldað á samfelagsbygnaðin. Men fruktin av rumblinum lutast sjálvdan provokatørinum, sum rørur í og gruggar vatnið til onnur at fiska í, og at hesir epigonar eru uppaftur vandamiklari, tí teir virka á sama broytingarstøði, sum syndraði samfelagið.
Montaigne sigur, at ein skal vera sera sjálvglaður og innbilskur, um neyðugt er at oyðileggja støðið undir verandi skipan til tess at fremja og seta í verk egnu samfelagsáskoðan.