Sjálvboðið arbeiði á Klakki fær umrøðu uttanlands

Tey 15 útlendsku og fimm føroysku sjálvbodnu, sum arbeiddu á Klakki í Klaksvík 26. og 27. apríl, fingu nógv burturúr. Arbeiðið er umrøtt á DR, SVT og The Telegraph

Tey sjávbodnu gróvu eina gøtu, fyltu hana upp við skervi, løgdu rør, drenaðu, lagaðu, gjørdu trappur, og til seinast sáddu tey gras rundanum gøtuna. Gøtan er umleið 275 metrar.

##med2##

DR fylgdi teimum sjálvbodnu allan fríggjadagin, og upptøkurnar vóru at síggja í TV-avisen. Svenska SVT vísti eisini upptøkurnar. Harafturat var Hugh Morris, journalistur frá The Telegraph, við í arbeiðnum, og hann hevur skrivað grein um tað.

##med3##

Átakið uppi á Klakki var eitt samstarv ímillum Innistiovuhaga, Klaksvíkar kommunu, Norðoya Kunningarstovu og Visit Faroe Islands, men eisini vælvild úr nærumhvørvinum spældi ein týðandi leiklut. Norðhús stuðlaði við at lata og føra ein arbeiðsskúrð niðan á Háls. Norðoya Bjargingarfelag lat ein aggregat, sum tryggjaði streym, og alt hetta var við til at gera arbeiðið møguligt.

Innsløgini kunnu síggjast her: Grein í The Telegraph, grein á DR og innslag í SVT.

##med4##