Sjálvboðin flyta fólk í sóttarhald

Í gjár vóru fyrstu boðini send eftir Hjálparnetverkinum hjá Reyða Krossi, í sambandi við karantenuhandfaring. Talan var um persón, ið skuldi koyrast av flogvøllinum til Havnar.

Mælt verður til, at øll, ið koma til Føroya úr útlandinum, skulu í sóttarhald, og tískil var hendan uppgávan loyst við serligum fyrivarni fyri smittuváða og við serligari útgerð.

Viðkomandi, ið kom til Føroya, hevði ongan annan møguleika at koma heim, av tí at bussar og hýruvognar hava steðgað allari koyring til flogvøllin, og var tískil sera fegin um at fáa hjálp frá sjálvbodnum í hjálparnetverkinum til tryggan flutning í sóttarhald. Viðkomandi sigur seg vera ómetaliga takksaman fyri hjálpina og kendi seg í tryggum hondum. 

Serligar mannagongdir verða nýttar fyri at verja sjálvboðin, og fyri at minka um smittuvandan, sum heild. Harvið verður tryggjað at reinførið verður hildið á høgum stigið, og at størsta varsemi verður víst við at halda frástøðu undir øllum flutninginum. Serlig krøv verða harumframt sett til sjálvboðin, sum hjálpa í sambandi við karantenuhandfaring.

Útvið 90 fólk við fjølbroyttum førleikum hava higartil teknað seg sum sjálvboðin í hjálparnetverkinum hjá Reyða Krossi. Hjálparnetverkið hevur fingið fleiri áheitanir frá fólki, ið onkursvegna eru ávirkaði av koronastøðuni, um hjálp til eitt nú innkeyp, at ganga túr við hundinum, at práta við fólk sum sita í sóttarhaldi, tulking og týðing og fyrispurningum av ymsum slag.

Í næstum fáa sjálvboðin í Hjálparnetverkinum bjóðað viðkomandi undirvísing og kunning, ið skal brynja tey til at hjálpa fólki í kreppum. 

Øll, ið ynskja at gerast partur av Hjálparnetverkinum, eru vælkomin at skráseta seg á redcross.fo/hjalparnetverkid.