Sjálvhjálparbólkar fyri børn og ung

Umleið 50 børn hava higartil verið við í sjálvhjálparbólkinum fyri børn og ung, sum hava mist foreldur ella systkin

Tíðindaskriv

Arbeiðið við sjálvhjálparbólkum fyri børn og ung, ið hava mist foreldur ella syskin,
hevur nú hálvt annað ár á baki. Hetta tíðarskeiðið hava umleið 50 børn, í aldrinum 8 til 17 ár, verið við.
Bólkarnir eru samansettir eftir aldri. Møguleiki er fyri, at hava tveir bólkar í senn.
Hvussu aldurssamansetingin verður hesaferð, er greitt, tá vit vita, hvørji tekna seg.
Í sorgarbeiðinum eru kenslur og tankar, sum hesi børn og ungu kenna aftur hvør hjá øðrum. Tað hevur stórsta týdning fyri tey, at vera saman við øðrum, sum hava uppliva stóra sorg. Hetta gevur teimum eina vitan um, at tey ikki eru einsamøll, og tað eru onnur børn, sum eru í somu støðu. Børn sum hava mist, føla seg ofta øðrvísi og einsamøll, bæði í skúlanum og ímillum vinir.

Fundirnir eru skipaðir soleiðis, at pláss bæði er fyri at práta, tekna, mála, spæla og ikki minst at hugna sær. Tað er sera umráðandi, at tað er trygt at koma til fundirnar, so hetta leggja vit stóran dent á.

Eftir at hava havt trý skeið, halda vit, at hetta tilboðið eigur at verða verandi. Tær afturmeldingar, ið eru komnar, hava verið positivar, og børnini og tey ungu hava sum heild verið ógvuliga trúgv at møta til fundirnar.
Tey, ið hava hug at verða við, kunnu venda sær til Annu S. Dalsgaard,
tlf.: 319552/519552, ella e-mail: Janna@kallnet.fo