Sjálvstýrisflokkurin

Grækarismessuhald hevur nú verið, og eisini høvdu vit eina huganløtu í Stoffalág.
Flokkurin hevur verið fyri kakasti í seinastuni, men tó so eru vit her enn.

Grundsjónarmið floksins eru tey somu, sum tey altíð hava verið. Eitt teirra er at virka fyri sjálvstýri, har málið er, at føroyingar taka fulla ábyrgd av tjóðini og fáa fullan avgerðarætt á henni.
Meiningin við einum ríkisfelagsskapi ? sum eg havi skilt tað ? er, at partarnir eru líkastillaðir. So er ikki nú, og hetta má og skal broytast.
Fuglurin flýgur best á tveimum veingjum, sum ein av okkara hevur tikið til.
Mær tykist løgið, at fólk, sum halda, at vit føroyingar ikki klára okkum sjávlir, stuna fram við ræðumyndum um kreppuna og tíðina fyri hana. Vit kunnu læra av teimum mistøkum, vit gjørdu, men hetta er í mínum eygum dømi um svartskygni og máttloysi! Um vilji er til staðar, og farið verður hóvliga fram, er einki til hindurs fyri, at vit røkka á mál.
Flokkurin byggir á kristnu siðalæruna og vil verja trúarfrælsið, politiskt frælsi, mentanar- og vinnufrælsi og er ímóti mannamuni og allari happing. Fólkið her hevur altíð lagt seg í Harrans hendur, har vit hava kent tryggleika. Merkið sjálvt er krossur Jesusar, og hetta eyðkennið og okkara verumáti er m.a. nakað, ið fokkurin fer at verja.
Eitt annað stórt mál, ið flokkurin fegin ber fram, er røktar- og ellisheim, vardar íbúðir, ansingar-, barna- og smábarnastovnar ? hesi mugu vera bygd eftir tørvi. Tískil vil flokkurin berjast fyri hesum eisini. Tey gomlu, ið hava bygt hetta land, mugu og skulu hava tørv sín nøktaðan. Og tey ungu, ið skulu taka yvir, mugu eisini hava tørvin nøktaðan.
Sjálvur havi eg búð uttanlands í nógv ár og veit, at nógvir føroyingar aftra seg í at flyta heimaftur av teirri orsøk, at eingi ansingarpláss eru til børn teirra. Álvaratos, tað kann ikki vera meiningin.
Tann vitan og tann førleiki, ið hesir landsmenn okkara hava, sleppur ikki at ver Føroyum at gagni, m.a. orsakað av tørvinum á sosiala økinum.
Vit eru longu kolldømdir av meiningarkanningum og øðrum flokkum. Men um tit seta tykkum eina løtu við stevnuskrá floksins, skilja tit ivaleyst, at grundsteinur floksins er, í mínum eygum, ein kensla av stoltleika, megi, dirvi og sinnalagið í hesum fólki, sum býr úti í Atlantshavinum.
Tí heiti eg inniliga á tykkum, ið hava stuðlað flokkinum, tykkum, ið ivast, og onnur um at stuðla okkum fram til løgtingsvalið so stuðlar fokkurin tykkum til næsta val!