Sjálvstýrisflokkurin fær enn eitt skot fyri bógvin

Sjálvstýrisflokkurin hevur sítt at dragast við í hesum døgum við innanfloks ósemjum, valevnum sum taka seg av listanum og flokslimum í fremstu røð, sum melda seg úr flokkinum.

Og nú er flokkurin fyri enn einum bakkasti við tað, at Eileen Sandá í Vági, nú hevur boðað floksleiðsluni frá, at hon verður ikki valevni til løgtingsvalið.

Hon hevur annars verið valevni rættiliga leingi, saman við fleiri øðrum.

Men hon leggur dent á, at hóast hon er sannførd um, at ósemjurnar fara at koma flokkinum aftur um brekkur á valinum, er tað ikki hetta, sum hava fingið hana at taka seg aftur.

Hon sær seg bara ikki føra fyri at fara í eitt valstríð nú, sigur hon við Portalin.

Eileen Sandá er eisini limur í landsnevndini hjá Sjálvstýrisflokkinum og og saman við tveimum øðrum nevndarlimum, Kristinu Toftegaard Larsen og Erhardi Jacobsen, stóð hon aftanfyri áheitanina um at fáa eykaaðalfund í flokkinum at velja nýggjan formann.

Síðani hevur Erhard Jacobsen meldað seg úr flokkinum.

Eftir ætlan skuldi eykaaðalfundurin vera 1. oktober, men floksleiðslan vildi ikki ganga tí á møti og hevur ásett fundin at vera 20. oktober, níggju dagar fyri løgtingsvalið.

Kristina Toftegaard Larsen heldur ikki, at tað tænir nøkrum endamáli at hava fundin so tætt uppi undir valinum.

Men hon sigur, at støða er ikki tikin til um áheitanin skal takast aftur, so at formansvalið verður eftir valið ístaðin.

Tað er Eileen Sandá samd í.

Hon heldur ikki, at at floksleiðslan er serliga demokratisk, tá ið hon ikki vildi ganga áheitanina á møti um landsfund 1. oktober.

Men hon sær onki endamál í at halda fundin tætt uppi undir valinum og tí heldur hon, at tey áttu at tikið áheitanina um eykaaðalfund aftur.

Tað skulu tey so tosa um næstu dagarnar.