- Sjálvstýrisflokkurin fær nýggjar veljarar

Nýggja greiðara og meiri hugsjónarliga linjan ger, at summi fella frá, men at flokkurin fær nýggjar veljarar, ið vilja miðvísan liberalan framburðspolitikk.

Tað heldur Kári á Rógvi, formaður í Sjálvstýrisflokkinum, sambært heimasíðuni sjalvstyri.fo.

- Sjálvstýrisflokkurin fær – av óútgrundiligum orsøkum – altíð minni undirtøku í kanningum enn á valinum. Hesuferð er øðrvísi, flokkurin varðveitir báðar sessirnar, og triði sessurin liggur innanfyri óvissuna, er skrivað á heimasíðuni.

Sjálvstýrisflokkurin fekk 3 prosent av atkvøðunum við seinastu kanning. Í kanning, sum Kringvarpið kunngjørdi í gjár, er undirtøkan nær um tvífalda til 5,3 prosent.