Sjálvstøðug tjóð í Ríkisfelagsskapinum

-Tað eigur at bera til hjá Føroyum at verða ein sjálvstøðug tjóð og kortini vera partur av Ríkisfelagskapinum. Bæði av búskaparligum, søguligum, praktiskum og politiskum orsøkum vil tað vera rætt at varðveita Ríkisfelagsskapin í framtíðini, men tað eru ikki vit danir, sum skulu avgera tað. Tann avgerðin liggur í Føroyum heldur Hans Engell, fyrrverandi ráðharri og nú blaðstjóri á Ekstra Bladet



Føroyar ? Danmark


Ikki bert føroyingar eru spentir um, hvat komandi løgtingsval fer at bera í sær. Eisini danskir politikarar og vanligi danin eru spentir um úrslitið av valinum, tí tað fer uttan iva at hava stóran týdning fyri viðurskiftini millum Danmark og Føroyar í framtíðini. Tað heldur fyrrverandi formaðurin í konservativa flokkinum í Danmark og fyrrv. ráðharrin Hans Engell, sum júst hevur verið í Føroyum í arbeiðsørindum. Hans Engell er í dag ábyrgdarblaðstjóri á Ekstra Bladet, men haraftrat stendur hann fyri eini vælumtøktari tjaksending á donsku sjónvarpsrásini DR2. Partur av Føroyavitjan hansara var at práta við Anfinn Kallsberg, løgmann. Tann sendingin verður send annan sunnudag.

Sum royndur politikari, eygleiðari og viðmerkjari hevur Hans Engell eisini fylgt væl gongdini í viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark. Og hann dylur ikki fyri, at danskir fjølmiðlar fara at gera nógv burtur úr valstríðnum.

Sjálvur heldur hann útspælið frá nýggja danska forsætisráðharranum verða bæði áhugavert og skilagott. Tað byggir upp undir ta sannroynd, at danir ynskja góð og vinarlig viðurskifti við Føroyar. Dønum dáma ikki konfrontatiónina. Tí fellur tað eisini í góða jørð, tá nýggi forsætisráðharrrin, Anders Fogh Rasmussen, leggur upp til gott samstarv og sigur seg vilja forða fyri fleiri konfrontatiónum millum londini bæði.

Virðingin
-Eg haldi, at Fogh hevur borið seg skilagott at, eisini mótvegis donsku fjøldini, tá hann nú brúkar ein øðrvísi tóna ? tosingarlag - mótvegis føroyingum. Sum gamal ?Nordistur? og fyrrv. formaður í felagnum ?Norden? haldi eg, at tað hevur stóran týdning, at vit virða hvør annan og kunnu hava ein skilagóðan dialog. Hetta er 10. ferð eg vitji í Føroyum og mær dámar hetta landið og fólkið her búleikast. Tí haldi eg eisini, at tað er spell, at man alla tíðina skal tosa um pengar. Heldur eiga vit at menna samstarvið á øllum hugsandi økjum við at dúva uppá onnur virði.

Tá tað snýr seg um økt sjálvsstýri og fullveldi er Hans Engell samdur við flest allar danskar politikkarar: at tað í síðsta enda eru føroyingar sjálvir, sum skulu gera av, um man vil hava fult sjálvstýri ella ikki. Ta avgerðina mugu danir virða.

Men hann heldur tað er gott, at man er komin burtur frá at síggja Føroyar og Danmark sum tveir mótstríðandi partar. ?Nú skulu vit heldur ikki gera Anders Fogh betri enn hann er, tí tað liggja sjálvandi eisini taktiskar metingar aftanfyri avgerð hansara. Hann hevur so lagt út við, at stjórnin vil tosa við føroyingar um rætt og slætt alt. Hereftir liggur bólturin í Føroyum. Nú eru tað brádliga føroyingar sjálvir, sum mugu finna fram til, hvat man ynskir í víðari samráðingunum. Harvið hevur hann flutt orðaskiftið frá eini konfrontatión millum Danmark og Føroyar til at verða eitt innanhýsis føroyskt mál um, hvussu føroyingar vilja koma víðari í samráðingunum.

Hetta hevur verið ein skilagóð avgerð metir kendi danski fjølmiðlamaðurin. Og hóast yvirlýsingin, sum Fogh og løgmaður hava undirskrivað, ikki er nakað umfatandi politiskt skjal, so hevur tað kortini ein symbolskan týdning. Hartil hevur tað so eisini tað við sær, at stjórnin nú vil broyta Heimastýrislógina á teimum økjum, sum ikki eru fevnd av kapitul A.

Hóast henda vælvilja heldur Hans Engell kortini, at talan kann blíva um eina drúgva tilgongd, m.a. tí tað hevur víst seg, at tað eru øki, sum skuldu verða yvirtikin men sum bíða orsakað av politiskum, praktiskum og fíggjarligum orsøkum. Tí veit eingin, hvussu skjót henda tilgongdin fer at verða. Tað vil m.a. vera tann avgerðin, sum veljarin skal taka støðu til við komandi val.

Nyrup fullan stuðul
Sum fyrrverandi professionellur politikari og nú eygleiðari og viðmerkjari hevur Hans Engell fylgt allari gongdini í samráðingunum, og hann dylur ikki fyri, at Nyrup hevði eina trupla uppgáva, tá hann var forsætisráðharri. ?Eg haldi tað er týdningarmikið at gera sær greitt, at Nyrup hesi seinastu árini hevur fingið fullan stuðul til sín Føroyapolitikk frá einum samdum fólkatingi. Tvs. at hansara samráðingarlinja varð eisini stuðlað av bæði Vinstra og teimum Konservativu. Tí kann t.d. Fogh ikki í dag siga, at tað var Nyrup, sum rak skeivan politikk. Hann tók fult undir við honum sum andstøðuleiðari á fólkatingi.

Hans Engell heldur sjálvur, at trupulleikin hjá Nyrup var, at hann ikki nóg væl skilti føroysku ?kemiina?. ?Nyrup er gamal oddamaður í LO, og samráðingarháttur hansara sum forsætisráðharri var grundleggjandi tann sami, sum hann brúkti í síni tíð í LO. Hann hevur brúkt ein samráðingarhátt og eitt tónalag, sum danir, ið kenna føroyingar, vita, ikki er tað rætta. Tað kann væl vera, at tað hevur ljóðað gott í donskum oyrum, at her var ein forsætisráðharri, sum segði tingini beint út og sum segði føroyingum, at nú máttu teir varta upp við pengum. Men hann hevur tó ikki fingið viðhald í tí tóna hann hevur brúkt mótvegis føroyingum.

Hans Engell leggur tó aftrat, at um so var, at javnaðarstjórnin hjá Nyrup hevði hildið fram, tá hevði úrslitið av samráðingunum við føroyingar ikki verið nógv øðrvísi enn tað, sum Fogh nú hevur lagt upp til.

Hjálandatíðin farin
Hans Engell var ráðharri í Schluter-stjórnini í átta ár í árunum frá 1982 til 93. Hann var verjumálaráðharri frá 82 til 87 og løgreglumálaráðharri frá 89 til 93. Nógv var tá í tíðini tosað og gitt um, at Hans Engell fór at verða eitt av boðunum uppá forsætisráðharra eftir Poul Schluter. Tað hendi so ikki. Vit spurdu tó Hans Engell, um lagnan vildi tað so, at hann gjørdist danskur forsætisráðharri, um føroyapolitikkurin hjá stjórnini hevði verið ein annar?

-Líkamikið hvør stjórn ella flokkur hevði sitið við valdinum ella hvør persónur hevði sitið í stjórnini, so hevði politikkurin verið júst tann sami sum tann, ið er rikin øll hesi seinastu árini. H jálandatíðini endaði fyri 100 árum síðani, og vit liva í eini verð, har virðingin fyri sjálvsavgerðarrættinum hjá øllum fólkum er grundarlagið undir teimum vesturlendsku demokratiiunum. Tí hevði tað verið heilt óhugsandi, at eitt land sum Danmark, sum vil vera framherji, tá tað snýr seg um at stríðast fyri mannarættindum, frælsi og sjálvstýri kring heimin, um Danmark skuldi borið seg at sum eitt hjálandaveldi mótvegis bróðurfólkinum fyri norðan. Tí vil tað - uttan mun til hvør donsk stjórn situr ? altíð vera Føroya fólk, sum til eina og hvørja tíð ger av, hvussu gongdin skal vera. Bæði um man velur at varðveita ríkisfelagsskapin við felags gjaldoyra, drotning og uttanríkispolitikki, ella um man velur, at Føroyar gerast heilt sjálvstøðugar eins og Ísland.

Stuðla føroyingum
Hans Engell sær tað eisini sum nakað heilt náttúrligt, at danska stjórnin og fólkatingið, um føroyingar vilja sjálvstýri, stuðla føroyingum í hesi tilgongdini og ikki royna at draga tingini út ella gera tey torfør. Um tað so skal enda við einum fullveldi ella onkrum øðrum innan fyri ríkisfelagsskapin kunnu bara føroyingar gera av.

-Eg haldi, at tann tilgongdin, sum er vald - og har tað fara at ganga eini 10 til 15 ár ella meira við stigvísum yvirtøkum og har man eftir tað kann gera av, um man tekur fult sjálvtstýri ella ikki - er ein bæði pragmatiskur og skilagóður háttur, sum so eisini gevur føroyingum nakrar royndir á vegnum.

-Men tað eru eisini teir føroyingar og politikarar, sum halda, at Danmark nettupp hevur borið seg at sum eitt hjálandaveldi í tilgongdini!

-Tí eri eg ikki samdur við. Tað hava verið nøkur krøv og nøkur mótkrøv. Um tað her verður hugsað um, at danir hava víst harrafólkamentalitet mótvegis føroyingum, so haldi eg ikki tað er rætt.

-Men tað eru tey, sum halda, at danir fyri einhvønn prís framhaldandi vilja sleppa at eiga Føroyar og Grønland, nú tað vildi minkað munandi um danska ríkið, um hesi partarnir fóru úr tí.

-Tað er heldur ikki rætt. Tað nýtist ikki at vera nøkur dygd, at eitt land er stórt. Vit hava lond, sum eru minni enn Danmark og sum eru vælvirkandi. At Grønland hevur verið so nógv frammi kemst meira av tí trygdarpolitisku støðuni landið hevur, nakað, sum ikki í sama mun kann sigast um Føroyar í dag.

Hans Engell heldur sjálvur, at Danmark hevur borið seg fair og rættvíst at mótvegis Føroyum í allari sjálvstýristilgongdini. ?Hóast tað í Føroyum eru ymsar meiningar um sjálvstýristilgongdina, so haldi eg ikki, at danska stjórnin hevur ?spekulerað? í hesum mótsetningunum í Føroyum.

Stórir spurningar eftir
-Eru føroyingar fyrireikaðir og tilreiðar at taka fult sjálvstýri longu í dag, ella er hetta ein útviklingur, sum fer at taka nógv ár?

-Búskaparligi útviklingurin í Føroyum gongur skjótt. Búskapurin er vorðin nógv saneraður, stórur partur av skuldini er afturgoldin, og vøkstur er í privata sektorinum. Hartil koma møguligar oljuinntøkur. Eisini verður arbeitt við at byggja upp eina miðfyrisiting, soleiðis at føroyingar megna at klára fleiri uppgávur sjálvir. So prosessin er í gongd, men tað eru framvegis nógvir stórir spurningar at taka støðu til, áðrenn man tekur fult sjálvstýri.

Hans Engell heldur eisini, at uttan mun til um Føroyar taka fult sjálvstýri ella ikki, so verður tað framhaldandi tørvur á tøttum samstarvi við Danmark, eitt nú á útbúgvingarøkinum. At tað búgva so nógvir føroyingar í Danmark og danir í Føroyum vísir eisini, hvussu tøtt bond eru millum londini. At kunna varðveita og styrkja hesi bond er eisini eitt týðandi element í gongdini.

Stórt trýst
Hans Engell heldur, at komandi árini fara at leggja eitt sera stórt trýst á føroyska samfelagið. Man skal handfara samráðingarnar við Danmark og man skal til at fyrireika seg til eitt møguligt sjálvstýri, og verða stórar nøgdir av olju funnar verður eisini neyðugt við drúgvum og torførum samráðingum við stóru oljufeløgini um ta tilgongdina. Hvussu ætlar man sær at umsita møguligan komandi oljugrunn osfr. Tvs. at føroyingar fara at hava brúk fyri at venja seg í nógv ár til at gerast sjálvstøðugir.

Hans Engell heldur eisini, at ein stór oljuvinna fer at fáa víttfevnandi avleiðingar fyri føroyska samfelagið. Hann heldur tað vera rættiliga utopiskt ? veruleikafjart - um føroyskir politikarar trúgva, at henda nýggja vinnan ikki fer at ávirka gerandisdagin munandi. Tað fer hon á nógvum økjum. Prísurin á sethúsum, arbeiðsmarknaðurin, yvirupphiting á fleiri økjum osfr.og viðurskifti í kjalarvørrinum á oljuni, sum fara at merkja samfelagið.

Við ella uttan olju
Spurdur um olja er avgerandi fyri at kunna taka sjálvstýri heldur Hans Engell, at tað í dag verður rikin ein búskaparligur politikkur, sum ger tað sannlíkt, at Føroyar einaferð í framtíðini ? eisini uttan olju ? kunnu standa á egnum beinum. Men hann dugir væl at ímynda sær, at føroyingar - verða ongar oljuinntøkur - fara at bera ótta fyri búskaparligu gongdini, um tað brádliga koma hóttafall við teimum avleiðingum hetta hevur á ein einstreingjaðan búskap. Men kunnu tað ganga 10 ár ella meira, har man fyrireikar seg væl til eitt møguligt sjálvstýri, so er tað skilagott, og til ta tíð kann man so gera av, um tað er rætt ella ikki at taka víðari stig.

Hans Engell skilur annars væl teir føroyingar, sum ynskja, at Føroyar gerast sjálvstýrandi. Hann ivast heldur onga løtu í, at føroyingar eru eitt fólk og Føroyar eitt land. -Men vit eru tað á ein hátt, har vit hava so nógv í felag leggur hann aftrat.

Sjálvur er Hans Engell av tí fatan, at tað eigur at bera til hjá Føroyum at verða ein sjálvstøðug tjóð og kortini vera partur av Ríkisfelagskapinum. -Tað merkir, at vit hava felags kongshús, valuta osfr. Bæði av búskaparligum, søguligum, praktiskum og politiskum orsøkum vil tað vera rætt at varðveita Ríkisfelagsskapin í framtíðini, men tað eru ikki vit danir, sum skulu avgera tað. Tann avgerðin liggur í Føroyum.