- Sjálvstøðugir stovnar skapa trygd

- Spurningurin um samanlegging av SVF og ÚF er politiskur, sum eg ikki kann taka støðu til, men við tveimum sjálvstøðugum stovnum er trygd fyri óheftum tíðindaflutningi, sum í løtuni altíð verður mettur um í tveimum støðum, sigur útvarpsstjórin Jógvan Jespersen

Stjórin í ÚF, Jógvan Jespersen, ynskir ikki at leggja seg út í spurningin, um ÚF og SVF skulu leggjast saman ella ikki. Hann vísir á, at tað í seinasta enda er ein politiskur spurningur.
- Politisk avgerð varð tikin um hetta í 80´unum, og síðani tá hava ÚF og SVF ment seg sum tveir sjálvstøðugir og øðrvísi stovnar við hvør sínum fortreytum, sigur Jógvan Jespersen.
Útvarpsstjórin hevur tó sínar áskoðanir um, hvat ein møgulig samanlegging kann elva til og ikki.
- Eg dugi ikki at síggja, at tær stóru peningaupphæddirnar verða spardar við eini samanlegging, og tað er eftir mínum tykki ikki nóg gott grundarlag, vísir Jógvan Jespersen á.

Trygdin í vanda
Útvarpsstjórin heldur, at líkamikið um talan er um tveir ella ein stovn, er neyðugt og týdningarmikið at hava tvær redaktiónir.
- Tað er altíð ein styrki at hava tvær redaktiónir, og tað er eisini tað, Danmarks Radio hevur gjørt. Miðskeiðis í ætlanini at leggja alt saman í eina redaktión legði nevndin upp í og gjørdi tað mótsætta, júst tí tað altíð er ein fyrimunur, at tíðindi verða vurderað á tveimum støðum, sigur Jógvan Jespersen.
Við hesum sigur ovasti myndugleiki útvarpsins, at við núverandi støðu í Føroyum er tíðindaflutningurin uppi at venda í tveimum sjálvstøðugum og óheftum fjølmiðlastovnum, og tað er altíð ein trygd fyri borgaran við óheftum og fjøltáttaðum tíðindaflutningi.
- Tískil kann trygdin fyri óheftum tíðindaflutningi koma í vanda við eini samanlegging, sigur útvarpsstjórin.

DR móti føroyskum leisti
Sum áður nevnt hevur Danmarks Radio skilt útvarps- og sjónvarpsredaktiónirnar sundur, tí leiðslan vildi varðveita sunna kapping, og sambært útvarpsstjóranum fer fjølmiðlarisin í Danmark alt meiri móti føroyskum leisti.
- Við gongdini seinastu tíðina líkist bygnaður teirra alt meiri tí, vit hava her, júst tí sjálvstøðugu funktiónirnar tryggja óheftum og fjøltáttaðum tíðindaflutningi, vísir Jógvan Jespersen á.
Hann leggur tó dent á, at talan í seinasta enda er um ein politiskan spurning, har avgerð eisini má takast frá politiskari síðu.