Íslendska sjómanna- og fiskimannasambandið er sera misnøgt við, at politikararnir hava skarvað av játtanini til vaktar- og bjargingartænastuna. Í einari fundarsamtykt sigur felagið, at sparingarnar hava gjørt, at íslendskir sjómenn kunnu ikki vera vísir í at fáa hjálp, um teir koma í neyð meiri enn 20 fjórðingar úr landi.
Í hesum sambandi vísir felagið á, at íslendskir trolarar fara nú at veiða kongafisk á Reykjanesrygginum, og at royndir hava víst, at skip í hesum fiskiskapi hava tørv á góðari hjálpartænastu.