Sjómenn skulu nú gjalda arbeiðsloysisgjald og barsilsgjald av allari inntøkuni. Síðan lógin, ið gevur sjómonnum ein skattafrían frádrátt uppá 15 prosent varð samtykt í 1997, hevur skipanin virkað á tann hátt, at bara tey írestandi 85 prosentini hava verið roknað sum A-inntøka hjá sjómanninum.
Tískil hava sjómenn bara rindað ALS-gjald og Barsilsgjald, ið á nýggjárinum vera ávíkavist 0,5 og 0,25 prosent av A-inntøkuni, av 85 prosentum av inntøkuni.
Men nú hevur løgtingið endaliga samtykt eitt uppskot frá landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Karsten Hansen, ið broytir grundarlagið, so sjómenn nú skulu gjalda ALS-gjald og Barsilsgjald av 100 prosent av inntøkuni.
Ein sjómaður, sum t.d. hevur forvunnið 500.000 krónur um árið, kann í dag draga 75.000 krónur frá skattskyldugu inntøkuni, og skal síðan gjalda beinleiðis og óbeinleiðis skattir av írestandi 425.000 krónum. Skipanin hevur tó verið soleiðis háttað, at sjómenn hava goldið hesi gjøld av allari inntøkuni, og hava síðan fingið gjaldið av teimum 15 prosentunum afturborið. Eftir broytingunum, sum løgtingið endaliga samtykti fríggjadagin, skal ALS-gjaldið og barsilsgjaldið roknast av øllum 500.000 krónunum.
Fyri sjómannin, ið forvinnur 500.000 krónur um árið, fer broytingin at merkja, at hann skal rinda 375 krónur meira um árið til ALS og 188 krónur meira til Barsilsskipanina.
Ein leyslig meting hjá Fíggjarmálaráðnum sigur, at samlaða inngjaldið til ALS og Barsilsskipanina frá sjómannainntøkum veksur við ávíkavist 800.000 krónum og 400.000 krónum, nú broytingarnar koma í gildi.