Danski sjónleikarin Morten Grunwald er deyður. Tað skriva danskir miðlar.
Hetta hendir eftir at hann í longri tíð hevur stríðst við krabbasjúku. Hann doyði stillisliga mikukvøldið, eftir at hava verið innlagdur eitt samdøgur á Sankt Lukas.
Morten Grunwald hevur vunnið nógvar heiðurslønir og viðurkenningar, og var við í fleiri enn 50 filmum, har hann óivað er kendastur fyri leiklutin sum Benny í Olsen-banden filmunum.
Morten Grunwald gjørdist 83 ár.